Útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða, skulu rinda til eftirløn.
Arbeiðsgevarin flytur eftirlønargjaldið inn á samansparingina samstundis, sum hann flytur lønina á lønarkontuna. Støddin á eftirlønargjaldinum skal vera í minsta lagi 12% av lønini.
Persónur kann fáa eftirlønarsamansparingina útgoldna, tá uppihaldið í Føroyum endar, treytað av at tað ikki varir longri enn 60 mánaðir.
Hevur persónurin áður fingið afturgjald eftir hesari reglu og kemur aftur til Føroya í tíðaravmarkað starv, verður nýggj eftirlønarsamansparing ikki útgoldin fyrr enn 10 ár eftir, at persónurin fer úr Føroyum aftur.
Søkt verður við oyðublaðnum “Endurrindan av eftirlønargjaldi”. Tú finnur tað undir oyðubløðum her á síðuni.