Skriva út

Arbeiðsmarknaðareftirløn

Arbeiðsmarknaðareftirløn er felags uppsparing hjá øllum arbeiðsgevarum og løntakarum. Hon tryggjar, at vit øll kunnu fáa eina eftirløn, tá ið vit gerast pensjonistar. Skipanin verður umsitin av Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, eisini kallaður AMEG, AM-grunnurin og Samhaldsfasti.

Hvør rindar, og hvussu nógv?

Øll, sum eru undir pensjónsaldur og skattskyldig í Føroyum, rinda ein prosentpart av skattskyldigu inntøku síni í grunnin. Tað verður trekt sjálvvirkandi av lønini, áðrenn hon kemur á kontu. Sama prosentpart rinda eisini arbeiðsgevarar av allari útgoldnari a-inntøku, tó ikki av teirri hjá útlendingum undir FAS og tílíkum skipanum.

Føroya løgting ásetir, hvussu stórur prosentparturin skal vera, í løtuni er hann 3,00%.

Treytir fyri at fáa útgjald

Fyri at fáa útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum skalt tú:

  • hava nátt pensjónsaldur,

  • í minst 3 ár, meðan tú var millum 15 og 67 ár, hava fastan bústað í Føroyum og sama tíðarskeið verið skrásettur landsfólkayvirlitinum í Føroyum 

Hvussu stórt er útgjaldið?

Full arbeiðsmarknaðareftirløn er 6.325 kr. um mánaðin fyri ár 2024. Støddin á útgjaldinum er treytað av, um og hvussu leingi, ein hevur búð í Føroyum.

Býr ein í Føroyum og hevur gjørt tað í minst trý ár, meðan ein var millum 15 og 67 ár, er útgjaldið 1/15 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið, tó í mesta lagi 15/15.

Býr ein ikki í Føroyum, men hevur gjørt tað í minst trý ár, meðan ein var millum 15 og 67 ár, er útgjaldið 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirøn fyri hvørt árið, tó í mesta lagi 40/40.

Útgjaldið verður goldið á kontu hvønn mánað forút.

Soleiðis søkir tú um arbeiðsmarknaðareftirløn

Býrt tú í Føroyum, er ikki neyðugt at søkja, tí tá fært tú eftirlønina sjálvvirkandi.

Býrt tú uttanlands, skalt tú søkja um arbeiðsmarknaðareftirløn og leggja lívváttan saman við umsóknini. Tú mást senda TAKS lívváttan árliga fyri at arbeiðsmarknaðareftirlønin ikki skal steðga. 

Tú finnur umsókn og lívváttan undir oyðubløðum.