Hon skal ikki bara roknast av vanligu mánaðarlønini, uttan eisini av frítíðarløn, nevndarsamsýningum, eykastørvum, yvirtíðararbeiði o.s.fr.
Dømi: Eitt starvsfólk fær 30.000 kr. í mánaðarløn og 12% í frítíðarløn, í alt 33.600 kr. Eftirlønin, sum eisini er 12%, skal roknast av samlaðu upphæddini, og eftirlønargjaldið henda mánaðin verður tí 33.600 x 0,12 = 4.032 kr.
Kravið um eftirløn er so strangt, at verður eftirløn ikki flutt, kann lønin heldur ikki flytast.
Eftirløn skal tó ikki roknast av hesum útgjøldum:
- útgjald av lutaeftirløn,
- útgjald av lívrentu og tílíkum,
- útgjald av vinningi av eydnuspæli,
- útgjald av legati, sømdargávu og tílíkum,
- útgjald av tryggingarupphædd og tílíkum,
- útgjald sambært løgtingslóg um lestrarstuðul,
- útgjald sambært løgtingslóg um ættleiðingarstuðul,
- útgjald sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.,
- útgjald sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir,
- útgjald sambært løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening,
- útgjald av uppihaldspeningi sambært hjúnabandslóggávuni,
- útgjald sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar o.fl.,
- útgjald sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn,
- útgjald sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.,
- útgjald sambært forsorgarlógini, tó ikki § 9, stk. 2, § 13 og § 17, stk. 3, í lógini,
- útgjald sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, tó ikki §§ 12, 14, 22 og 25 í lógini,
- útgjald av inntøku, tjent í Grønlandi, og sum eftirløn skal rindast av eftir grønlendskari lóg,
- útgjald sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, tó ikki § 1, stk. 1, í kunngerðini,
- útgjald av inntøku fyri arbeiði, ið gjørt er fyri arbeiðsgevara, ið býr uttanlands, um løntakarin rindar til NAV ella fær útlendska eftirløn, ið TAKS metir vera nøktandi.
Undantøkini eru staðfest í § 3 í eftirlønarlógini.