Skriva út

Búsitandi í Danmark við eftirløn úr Føroyum

Býrt tú í Danmark og hevur eftirlønarsamansparing í Føroyum, skalt tú upplýsa um samansparingina fyri donsku skattamyndugleikunum. TAKS sendir teimum eisini upplýsingar sambært altjóða skattaavtalum. Upplýsingarnar fáa vit frá føroyska eftirlønarveitara tínum.

Tá ið donsku skattamyndugleikarnir fáa upplýsingarnar frá TAKS, fært tú boð frá teimum um hetta og verður kanska biðin um at kanna, um upplýsingarnar eru rættar. Spyr tá føroyska eftirlønarveitara tín, um tú ivast í onkrum.

TAKS er í fyrsta umfari ikki rætti myndugleiki at venda sær til.