Skriva út

Búsitandi í Føroyum við eftirløn úr Danmark

Skattaviðurskifti í sambandi við eftirløn úr donskum pensjónsfeløgum hoyra undir Skattestyrelsen í Danmark. Býrt tú í Føroyum og hevur ella fert at fáa slíka eftirløn, skalt tú ringja ella skriva til Skattestyrelsen, um tær tørvar einhvørja vegleiðing. TAKS er í fyrsta umfari ikki rætti myndugleiki at venda sær til.

Ring 0045 72 22 18 18

Telefontíðir (donsk klokka):
Mánadag, kl. 9-17.
Týsdag til hósdag, kl. 9-16.
Fríggjadag, kl. 9-14.

Ella skriva til:

Skattestyrelsen
Nykøbingvej 76, bygn. 45
4990 Sakskøbing