Skriva út

Eftirløn hjá tænastumonnum

Sambært eftirlønarlógini eru tænastumannasett undantikin skylduni at rinda til eftirløn, tí tænastumannaskipanin frammanundan hevur innbygda eftirløn. Hetta merkir, at tá ið tænastumaður fær løn, verður einki tikið burturav til eftirløn, soleiðis sum gjørt verður við aðrar lønir.

Summir tænastumenn fáa eyka eftirløn

Henda eykaløn kann eisini fara ígjøgnum skipanina. Tað er tó krav, at hon verður goldin til føroyskan eftirlønarveitara. Fært tú sum tænastumaður slíka eyka eftirløn, skal arbeiðsgevari tín seta hana í teigin fyri eftirløn, tá ið hann flytur lønina.

Eyka eftirløn til danskan eftirlønarveitara

Eyka eftirløn, ið verður rindað til danskan eftirlønarveitara, kann bert rindast av skattaðum peningi. Skalt tú hava slíka eftirløn, hevur arbeiðsgevari tín tveir møguleikar:

  1. antin kann hann rinda eyka eftirlønina sum vanliga løn til skattingar, og so biðja teg rinda hana til danska eftirlønarveitaran,
  2. ella kann hann flyta eyka eftirlønina beinleiðis til danska eftirlønarveitaran. Tá skal hann á lønarlistanum seta fulla lønarupphædd í teigin “A-inntøka” og so draga eyka eftirlønina frá í teiginum “Forvunnin upphædd”. Tá verður eyka eftirlønin skattað, og so kann arbeiðsgevari tín flyta hana til danska eftirlønarveitaran sum vanliga flyting.

Dømi

Tú skalt hava 40.000 kr. í løn. Av teimum skulu 2.500 kr. rindast sum eyka eftirløn til danskan eftirlønarveitara. Arbeiðsgevarin skal tá í lønarlistanum fylla teigarnar soleiðis út:

  • A-inntøka: 40.000 kr.
  • Forvunnin upphædd: 37.500 kr.
  • Eftirlønargjald: 0 kr.