Lurta

Eftirløn hjá uttanlandsarbeiðandi

Eftirlønarlógin áleggur, at býr man í Føroyum og er undir eftirlønaraldur, skal man rinda eftirlønargjald til góðkenda eftirlønarskipan her; men arbeiðir man uttanlands, kann man verða frítikin frá gjaldinum.

Man skal søkja um frítøkuna

Til at fáa hana, skulu hesar treytir vera loknar:

  • setanarsáttmálin skal áleggja einum at rinda til ávísa útlendska eftirlønarskipan,
  • útlendska eftirlønarskipanin skal vera nøktandi sambært meting hjá TAKS.

Til at vera nøktandi skal skipanin fevna um lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn við leypandi útgjalding, har minst 75% av inngjaldinum verða útgoldin aftur sum eftirløn.

Hevur man aðra inntøku umframt, skal eftirløn rindast av henni til føroyskan eftirlønarveitara.

Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni

Hon eitur “Umsókn um at varðveita útlendska eftirlønaravtalu”. Fyll út og send til TAKS á Mínboks ella maila til eftirlon@taks.fo. Sendast kann eisini við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Skulu tit fleiri søkja um frítøku og hava sama arbeiðsgevara?

Við umsóknini “Felags umsókn um at varðveita útlendska eftirlønaravtalu” kunnu arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin tá í staðin senda inn eina felags umsókn tykkara vegna. Eisini henda umsókn kann heintast undir oyðubløðum. 

Antin søkt verður sær ella saman, skulu hesi skjøl vera hjáløgd fyri hvønn einstakan:

  • váttan frá arbeiðsgevara ella avrit av setanarsáttmála sum prógv um, at einum er álagt at rinda til ávísa útlendska eftirlønarskipan,
  • avrit av polisuni hjá arbeiðstakaranum,
  • avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir inngjaldið árið fyri og saldoupplýsingar.

Umsókn um frítøku skal bert sendast eina ferð

Uttan so at man skiftir arbeiðsgevara. So skal sendast av nýggjum.

Gev gætur

Tú heftir fyri, at innsendar upplýsingar eru beinar, ikki arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin. Kenn tí tíni eftirlønarviðurskifti og tryggja tær, at rætt verður upplýst.

Spurningar um eftirløn hjá uttanlandsarbeiðandi?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hygg eisini undir snarslóðum

Kanska svarið upp á tín spurning liggur har.