Skriva út

Eftirlønarsløg

Í Føroyum kanst tú fáa trý sløg av eftirløn: lutaeftirløn, lívrentu og kapitaleftirløn. Tey hava hvør sínar eginleikar, sum tú kanst lesa um niðanfyri.

Lutaeftirløn

Við lutaeftirløn fært tú samansparda peningin útgoldnan árliga í minst 10 ár. Tá øll samansparingin er útgoldin, steðga útgjaldingarnar.

Í mesta lagi 55% av samansparda peninginum kunnu verða útgoldin sum lutaeftirløn.

Føroysk lutaeftirløn

Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Føroyum áðrenn 1. januar 2012, verður hon skattað sum vanlig a-inntøka við útgjald. Hevur tú spart saman frá 1. januar 2012 ella seinni, verður hon útgoldin skattafrítt.

Donsk lutaeftirløn

Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Danmark til og við 1. juli 2012, verður hon skattað sum b-inntøka við útgjald.

Tekur tú út samansparda virðið á danskari lutaeftirlønarskipan, áðrenn tú hevur rokkið eftirlønaraldri, verða 60% tikin av upphæddini í Danmark, og restin verður flutt til Føroya. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.

Hevur tú spart saman til lutaeftirløn í Danmark aftan á 1. juli 2012, verður hon útgoldin skattafrítt, um tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum, tá útgoldið verður.

Lívrenta

Við lívrentu fært tú rætt til útgjald so leingi, tú livir. Støddin á útgjaldinum er grundað á samansparda peningin og ein miðal restlivialdur.

Í minsta lagi 45% av uppsparda peninginum skulu verða útgoldin sum lívrenta.

Hevur tú spart saman til lutaeftirløn áðrenn 1. januar 2012, verður hon skattað sum vanlig a-inntøka við útgjald. Hevur tú spart saman frá 1. januar 2012 ella seinni, verður hon útgoldin skattafrítt.

Hevur tú spart til lívrentu hjá donskum eftirlønarveitara, eru somu treytir galdandi sum hjá føroyskum veitara. Einasta undantakið er, at 1. juli 2012 skilur ímillum, hvussu útgjøldini skulu skattast.

Kapitaleftirløn

Við kapitaleftirløn fært tú samansparing og renturnar av henni útgoldnar í einum við 60 ára aldur ella seinni.

Í mesta lagi 15% av samansparda peninginum kunnu útgjaldast sum kapitalútgjald.

Kapitaleftirløn áðrenn 1. januar 2012

Kapitaleftirløn, sum er uppspard áðrenn 1. januar 2012, kann verða útgoldin við 60 ára aldur ella seinni, og tá verða 35% rindað í avgjaldi.

Hevur tú spart til kapitaleftirløn hjá donskum eftirlønarveitara til og við 1. juli 2012 og vilt hava hana útgoldna við 60 ára aldur, verða 40% tikin av upphæddini í Danmark, og hini 60%’ini verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 35% afturgoldnan. Gev gætur, at hevur tú búð bæði í Danmark og Føroyum síðan tú byrjaði at spara upp, verður avgjaldið býtt lutfalsliga eftir tíðarskeiði, og tú fært bert 5% av tí sum hoyrir til tíðarskeiði í Føroyum.

Tá talan er um uppsparda peningaupphædd, fáa avvarðandi upphæddina útgoldna, um uppspararin doyr áðrenn eftirlønaraldur. Tá verða 35% rindað í avgjaldi. ​

Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard í Føroyum, útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 55% goldin í avgjaldi.

Verður kapitaleftirløn, sum er uppspard hjá donskum eftirlønarveitara til og við 1. juli 2012 útgoldin áðrenn 60 ára aldur, verða 60% tikin av upphæddini í Danmark, og 40% verða flutt til tín í Føroyum. Vendir tú tær til TAKS, fært tú munin á 5% millum danska og føroyska avgjaldið á 55% afturgoldnan.

Tað ber somuleiðis til at flyta eftirløn, sum er uppspard í Danmark, heim til eftirlønarveitara í Føroyum við tí fyri eyga framhaldandi at spara upp. Tá verða fyrst 40% av upphæddini flutt, og síðan tey írestandi 60%’ini, tá ið TAKS og føroyski eftirlønarveitarin hava sent neyðug skjøl til danska eftirlønarveitaran.

Kapitaleftirløn 1. januar 2012 og seinni

Tá ið tað kemur til kapitaleftirlønir, uppspardar 1. januar 2012 og seinni, er eisini neyðugt at gera greitt býti millum eftirlønir, ið verða uppspardar í Føroyum og í Danmark.

Føroyskar kapitaleftirlønir

Ert tú 60 ár og eldri, og er tín kapitaleftirløn uppspard í Føroyum í 2012 og 2013, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt. Tekur tú kapitaleftirlønina út, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.

Danskar kapitaleftirlønir

Hevur tú spart saman til kapitaleftirløn í Danmark í 2012, er umráðandi at skilja ímillum fyri og eftir 1. juli 2012. Viðvíkjandi tí, sum er rindað til og við 30. juni 2012, galda somu viðurskifti sum frammanundan í sambandi við útgjald. Men eftir 1. juli skal rindast skattur av eftirlønarinngjaldinum. 

Kapitaleftirløn 1. juli 2012 og seinni

Ert tú 60 ár og eldri, og hevur rindað eftirløn til danskan eftirlønarveitara í tíðarskeiðnum frá 1. juli 2012 til 31. desember 2012, verður eftirlønin skattað við inngjald. Tá ið eftirlønin verður útgoldin, verður hon útgoldin skatta- og avgjaldsfrítt.

Tekur tú út danska kapitaleftirløn, áðrenn tú fyllir 60, rindar tú eitt avgjald á 25% av upphæddini.