Eftirløn av A-inntøku
A-inntøka er inntøka, sum tú fært gjøgnum skattaskipanina, til dømis løn frá arbeiðsplássinum. Skatturin er goldin, tá pengarnir koma á kontu.
Tann, sum rindar tær inntøkuna, skal samstundis gjalda inn til eftirlønina hjá tær. Inngjaldið skal vera í minsta lagi 12% av inntøkuni. Tað kann vera meira, men ikki minni.
Eftirløn av B-inntøku
Av B-inntøku skalt tú eisini rinda 12% í eftirløn. Gjaldsfreistin er 1. november árið eftir inntøkuárið.
Gjaldið skal setast á kontu hjá einum eftirlønarveitara, sum tú hevur eftirlønaravtalu við. Hevur tú eftirlønarsamansparing av A-inntøku, so kann eftirlønargjaldið av B-inntøkuni setast á hesa kontu.
B-inntøka er inntøka, sum tú ikki fært gjøgnum skattaskipanina, til dømis upphæddir í sambandi við húsaleigu, egið virki, fríar ágóðar ella uttanlandshýru. Skatturin er ikki goldin, tá pengarnir koma á kontu.
Rindar arbeiðsplássið hjá tær meira enn 12% í eftirløn?
So kanst tú rinda tað minni av B-inntøkuni. Í summum førum dekkar inngjaldið frá A-inntøkuni longu alt, so tær ikki nýtist at rinda meira.