Eftirlønarlógin
- Eftirlønarlógin kom í gildi 1. januar 2014 og er galdandi fyri uppsparingar, sum eru stovnaðar frá og við hesum degi. Eftirlønarlógin er ikki sum rentutryggingarlógin ein lóg, sum bara eggjar fólki at spara upp til egna eftirløn – hon áleggur fólki at gera tað.
Rentutryggingarlógin
- Rentutryggingarlógin kom í gildi í 1972 og er galdandi fyri uppsparingar, sum eru stovnaðar til og við 2013. Síggja vit burtur frá inngjaldspartinum, eru rentutryggingar sambært rentutryggingarlógini framvegis galdandi.
Hevur tú stovnað eftirlønaruppsparing í 2012 ella 2013?
So kanst tú velja hvørjari av lógunum, tíni viðurskiftini skulu verða skipað eftir.