§ 2, stk. 4: Mesta lógarskyldiga inngjald um árið: 150.000 kr.
§ 10, stk. 2: Mesta innistandandi fyri at fáa útgjald sambært § 10: 399.000 kr.
§ 10, stk. 2: Kapitalútgjald: 60.000 kr.
§ 10, stk. 2: Mánaðarútgjald: 2.500 kr.
Prístalsviðgerð av eftirløn
At prístalsviðgera eftirløn er at regulera upphæddirnar á inngjøldum og útgjøldum, so at tær fylgja kostnaðarstignum í samfelagnum.
Frá tí at eftirlønarlógin kom í gildi vórðu inngjøld og útgjøld prístalsviðgjørd í nøkur ár. Broytingarnar vóru tó so lítlar í mun til umsitingarliga arbeiðið av teimum, at Løgtingið í 2020 avtók prístalsviðgerðina við gildi frá 1. januar 2021.
Inngjøld og útgjøld vórðu fastsett til tað, sum tey vóru í 2014, tá ið eftirlønarlógin kom í gildi.
Fastar upphæddir í eftirlønarlógini
Fastar upphæddir í rentutryggingarlógini
§ 7B, stk. 1: Mesta mánaðarliga lutaeftirløn við styttum tíðarskeiði: 4.000 kr.
§ 7B, stk. 2: Mesta mánaðarliga lívrenta (uppathaldandi lívstreytað veiting): 4.000 kr.
§ 7B, stk. 3: Mesta eingangsútgjald við umrokning av lutaeftirløn/lívrentu: 50.000 kr.
§ 7B, stk. 4: Mesta innistandandi fyri at fáa mánaðarliga lutaeftirløn: 149.000 kr.
§ 7B, stk. 5: Mesta innistandandi fyri at fáa mánaðarliga lívrentu: 199.000 kr.
Meira at vita um eftirløn?
Sí leinki.