Skriva út

Soleiðis skal tín eftirløn roknast og flytast

Síðan 1. januar 2014 hava arbeiðsgevarar skulað flutt eftirlønargjaldið hjá starvsfólkum sínum á kontu. Gjaldið skal rindast saman við lønini gjøgnum vanligu skattaskipanina hjá TAKS. Upphæddin er sambært setanarsáttmálanum, sum hvør einstakur hevur.

Eftirløn skal roknast av øllum lønarflytingum

Tað er, at hon skal ikki bara roknast av vanligu mánaðarlønini, uttan eisini av frítíðarlønini, nevndarsamsýningum, eykastørvum, yvirtíðararbeiði o.s.fr.

Dømi: Ein løntakari fær 25.000 krónur í mánaðarløn + 12% í frítíðarløn. Samlað gevur tað 28.000 krónur, og av hesi upphædd skal eftirlønin roknast. Eru vit í 2024, er minsta eftirlønarprosentið 10%. Løntakarin skal tí í minsta lagi hava 2.800 krónur í eftirløn um mánaðin.

Kravið um eftirløn er so strangt, at verður eftirløn ikki flutt, kann lønin heldur ikki flytast.

Hesi útgjøld koma tó ikki undir kravið um eftirløn:

  • útgjald av lutaeftirløn,
  • útgjald av lívrentu og tílíkum,
  • útgjald av vinningi av eydnuspæli,
  • útgjald av legati, sømdargávu og tílíkum,
  • útgjald av tryggingarupphædd og tílíkum,
  • útgjald sambært løgtingslóg um lestrarstuðul,
  • útgjald sambært løgtingslóg um ættleiðingarstuðul,
  • útgjald sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.,
  • útgjald sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir,
  • útgjald sambært løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening,
  • útgjald av uppihaldspeningi sambært hjúnabandslóggávuni,
  • útgjald sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar o.fl.,
  • útgjald sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn,
  • útgjald sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.,
  • útgjald sambært forsorgarlógini, tó ikki § 9, stk. 2, § 13 og § 17, stk. 3, í lógini,
  • útgjald sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, tó ikki §§ 12, 14, 22 og 25 í lógini,
  • útgjald av inntøku, tjent í Grønlandi, og sum eftirløn skal rindast av eftir grønlendskari lóg,
  • útgjald sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, tó ikki § 1, stk. 1, í kunngerðini,
  • útgjald av inntøku fyri arbeiði, ið gjørt er fyri arbeiðsgevara, ið býr uttanlands, um løntakarin rindar til NAV ella fær útlendska eftirløn, ið TAKS metir vera nøktandi.

Undantøkini eru staðfest í § 3 í eftirlønarlógini.

Eftirløn skal flytast øllum starvsfólkum við hesum undantøkum
  • Starvsfólkum, ið eru fødd áðrenn 1. januar 1954, tí at heldur ikki hesum er álagt at spara saman til eftirløn.
  • Starvsfólkum, sum fáa tænastumannaeftirløn.
  • Starvsfólkum, sum tann 1. januar 2014 høvdu eftirlønarskipan frá donskum eftirlønarveitara og framvegis hava somu skipan.
  • Starvsfólkum, ið flyta til Føroya í tíðaravmarkað starv, og ikki hava fulla skattskyldu í Føroyum, meðan tey eru her.

Um eftirløn ikki verður goldin rættstundis

Rindar arbeiðsgevari ikki eftirlønina rættstundis, verður skattur av eftirlønini heldur ikki goldin rættstundis. Í slíkum føri verða 4% løgd oman á skattin í rentu, og TAKS heintar inn samlaðu upphæddina frá arbeiðsgevaranum.