Skriva út

Útlendsk eftirlønarviðurskifti

Hjá føroyingum, ið arbeiða ella hava arbeitt uttanlands, eru ymisk eftirlønarviðurskifti at gáa eftir.

Kravd uppsparing

Fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevarum og hava útlendska eftirlønarskipan, setti eftirlønarlógin frá 2014 nýggj krøv, tá hon kom í gildi 1. januar hetta árið.

Mest grundleggjandi broytingin er, at allir borgarar, sum ikki hava nátt eftirlønaraldur, skulu spara saman til egna eftirløn. Ein onnur áseting er, at øll eftirlønargjøld skulu fara til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur heimstað í Føroyum. Eftirlønarsamansparingin skal stovnast í lívstryggingarfelagi, eftirlønargrunni ella peningastovni, sum eisini hevur heimstað í Føroyum.

Persónar, sum rinda til Folketrygd í Noregi, eru frítiknir fyri at rinda eftirløn í Føroyum av útlendsku inntøkuni.

Frá 1. januar 2019 hevur eftirlønarlógin eisini álagt ungum undir 21 ár at spara saman til egna eftirløn.

Skiftisskipan

Persónur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, kann vera undantikin lógini og halda áfram við at rinda til donsku eftirlønarskipanina sambært serligum treytum í eini skiftisskipan.

Ein treyt fyri hesum undantaki er, at einki verður rindað til kapitaleftirløn, og at tað verður rindað í minsta lagi tað, sum er ásett vanligum borgarum at rinda, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu árslønini.

Landsstýrið ásetir neyvari reglurnar á hesum øki.

Tilflyting til Føroya og eftirlønarskylda

Persónur, sum hevur avmarkaða skattskyldu í Føroyum, hevur ikki skyldu at rinda eftirløn her; men fær hann seinni fulla skattskyldu, tekur eftirlønarskyldan við. Hon verður galdandi frá tí degi, at avmarkaða skattskyldan heldur uppat, og fulla skattskyldan byrjar.

Undantøka við útlendskari eftirlønarskipan

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands og hava útlendska eftirlønarskipan, kunnu verða undantiknir at rinda til eftirløn av inntøku, ið er vunnin uttanlands. Søkjast skal um undantøkuna, og ávísar treytir eru fyri henni.

Gev gætur. Persónar, sum rinda til Folketrygd í Noregi, eru frítiknir fyri at rinda eftirløn í Føroyum av útlendsku inntøkuni.

Treytirnar eru:

  • At tað kann váttast, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at løntakarin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, men er bundin at ávísum eftirlønarveitara. Sum dømi kann nevnast, at tey, sum sigla hjá Mærsk, eru bundin at eftirlønarskipan í PFA.
  • At útlendski arbeiðsgevarin váttar, ella setanarbræv vísir, at starvssáttmálin áleggur, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og tí kann ikki rindast eftirløn til ein føroyskan eftirlønarveitara.
  • At útlendska eftirlønarskipanin verður mett at vera nøktandi.

Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald, sum verður rindað til lívrentu, lutaeeftirløn ella tílíka eftirløn við leypandi útgjaldingum, og sum er í minsta lagi lógarásettu upphæddina.

Nøktandi eftirlønarskipan

Ásetingin um nøktandi eftirlønarinngjald merkir, at einans gjøld til lívrentu, lutaeeftirløn ella tílíka eftirløn við leypandi útgjaldingum telja við, tá ið talt verður eftir, um nóg mikið verður goldið til egna eftirløn í mun til samlaðu inntøkuna.

Onnur inntøka

Hevur persónur aðra inntøku enn ta undantiknu, skal eftirlønargjald rindast av henni til føroyskan eftirlønarveitara.

Umsókn um undantøku

Umsókn um undantøku at rinda til føroyska eftirlønarskipan skal sendast TAKS. Hon kann sendast sum persónlig umsókn, men ein arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari kann eisini senda eina felags umsókn fyri fleiri arbeiðstakarar.

Gev gætur, at sama um talan er um persónliga ella felags umsókn, skulu saman við umsóknini sendast fylgjandi upplýsingar fyri hvønn einstakan persón:

  • Arbeiðsgevaraváttan ella avrit av setanarbrævi, sum vísir, at arbeiðstakarin er bundin at eftirlønarskipan hjá ávísum útlendskum arbeiðsgevara.
  • Avrit av polisuni hjá arbeiðstakaranum.
  • Avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjaldið árið fyri umframt saldoupplýsingar.

Gev eisini gætur, at tað er tann einstaki skattgjaldarin, sum heftir fyri tær upplýsingarnar, sum verða latnar TAKS, ikki arbeiðsgevarin ella eftirlønarveitarin. Tí er umráðandi at kenna síni egnu eftirlønarviðurskifti. Umsóknin um undantøku skal bert gerast eina ferð; tó skal nýggj umsókn til, um ein skiftir arbeiðsgevara.

Umsóknarbløðini eru at finna undir oyðubløðum her á síðuni. Tørvar tær vegleiðing í sambandi við skjølini, ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til eftirlon@taks.fo.

Sjálvuppgávan og eftirlønargjaldið

Hevur tú eftirlønarskipan, sum TAKS hevur góðkent at vera í samsvari við eftirlønarlógina, verður einki eftirlønargjald kravt. Hvørt ár skalt tú tó lata okkum ársyvirlit yvir eftirlønargjald, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn. Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er vanliga 1. mai.

Hevur tú ikki góðkenda eftirlønarskipan, skalt tú gjalda ásetta eftirlønargjaldið. Rokning verður send tær stutt eftir 1. oktober. Gjaldið fellur til gjaldingar 1. november.

Tá eftirlønargjaldið er goldið, verður skatturin trektur frá. Restin verður flutt á eftirlønarkontu tína. Samstundis verður frádráttur fyri inngjaldið skrásettur í skattaskipanini. Tað merkir, at ein fær frádrátt í skattinum fyri tað árið, eftirlønin er goldin.

Tann, sum skal rinda eftirlønargjald í Føroyum av uttanlandsinntøku, undantikin § 1, stk. 9, fær góðskriving í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, sum goldin er av eftirlønargjaldinum uttanlands.

Bundna eftirlønargjaldið byrjaði 1. januar 2014, tá tað var 1% av lønini. Síðan veksur tað eitt prosent um árið fram til 2026, tá ið tað er 12% av lønini. Hvussu stórt, tað er nú, sært tú í talvu yvir bundna eftirlønargjaldið undir snarslóðum.