Skriva út

Útgjald av eftirløn

Nær verður eftirløn útgoldin, hvussu er býtið millum eftirlønarsløgini, og hvat hendir, tá ið eftirlønarsamansparari doyr? Um tað og annað kanst tú lesa um her.

Nær verður eftirløn útgoldin?

Útgjald av eftirløn kann í fyrsta lagi byrja, tá ið tann, sum sparir saman til eftirløn, røkkur fólkapensiónsaldri, og í seinasta lagi tann dagin, viðkomandi fær fólkapensión.

Tá ið eftirlønarsamansparari vil hava eftirløn sína útgoldna, skal hann gjøgnum eftirlønarveitara sín boða TAKS frá hesum. Boðast skal frá í seinasta lagi tveir mánaðir áðrenn útgjaldið skal byrja. Í fráboðanini til TAKS verður ásett, hvussu og nær samansparda eftirlønin skal gjaldast út.

Hvussu er býtið millum eftirlønarsløgini?

Alt eftir, hvussu nógv ein hevur spart saman til eftirløn, ásetir eftirlønarlógin nakrar treytir fyri, hvussu eftirlønin kann verða samansett av teimum trimum eftirlønarsløgunum, t.e. lívrentu, lutaeftirløn og kapitaleftirløn. Býtið verður roknað av samansparda virðinum útgjaldsdagin.

Um samansparingin er størri enn 400.000 krónur

  • Í minsta lagi 45% skulu verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta. Lívrenta er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr.
  • Í mesta lagi 55% kunnu verða útgoldin sum lutaeftirløn, sum er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin í eins stórum lutum yvir eitt avtalað tíðarskeið á í minsta lagi 10 ár.
  • Í mesta lagi 15% kunnu útgjaldast sum kapitalútgjald. Hetta er upphædd, ið verður útgoldin í einum.

Í sambandi við treytina um, at í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, kann lívslanga veitingin ongantíð verða kravd at vera hægri enn 40% av einari arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Upphædd, ið er oman fyri kravdu lívslongu veitingina, kann flytast til lutaeftirlønarsamansparingina, um eftirlønaravtalan loyvir hesum.

Um samansparingin er millum 60.000 og 400.000 krónur

Umframt omanfyrinevndu býtir kunnu hesi eisini velja at fáa eftirlønina útgoldna sum 100% lutaeftirløn.

Um samansparingin er minni enn 60.000 krónur

Umframt omanfyrinevndu býtir kunnu hesi eisini velja at fáa eftirlønina útgoldna sum 100% kapitaleftirløn.

Eftirlønir hjá fleiri veitarum ella fleiri samansparingar

Hevur eftirlønarsamansparari fleiri eftirlønir hjá ymiskum eftirlønarveitarum, kann eftirlønarsamansparari geva einum ávísum eftirlønarveitara heimild at savna saman samlaðu virðini frá øllum eftirlønarveitarunum.

Vísir tað seg, at samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum er minni enn til samans 400.000 krónur við eftirlønaraldur, kunnu í staðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald. Restin verður útgoldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin.

Hvat hendir, tá ið eftirlønarsamansparari doyr?

Tá eftirlønarsamansparari doyr, fellur samansparda eftirlønarupphæddin til tann tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum, um ikki onnur avtala er galdandi.

Tá ið eftirløn, uppspard í Føroyum, verður útgoldin, skulu hvørki skattur ella avgjøld rindast. Hetta er tí, at frá 1. januar 2012 hevur eftirlønin verið skattað við inngjald. Eftirløn, ið er samanspard áðrenn 1. januar 2012, verður útgoldin sambært ásetingunum frá Rentutryggingarlógini frá 1971.

Í tíðarskeiðnum, meðan spart verður saman til eftirløn, er alt virðið, ið er knýtt at eftirlønarsamansparingini, at meta sum kapitaleftirløn við arvarætti, um eftirlønarsamanspararin ikki hevur gjørt aðra avtalu. Sí meira um kapitaleftirløn undir snarslóðum.