Fiskiveiðufrádrátturin er 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 krónur. Fer samlaða hýran upp um 300.000 krónur, rindar tú fullan skatt av tí partinum, sum fer uppum.
Til og við 2024 var upphæddin 400.000 krónur.
Rørt tú út ella ert við fiskiskipi, kanst tú fáa fiskiveiðufrádrátt. Her sært tú, hvussu stóran frádrátt tú kanst fáa, hvussu hann verður roknaður, og hvussu hann skal førast inn í roknskapin.
Fiskiveiðufrádráttur verður eisini kallaður fiskimannafrádráttur og útróðrarfrádráttur.
Fiskiveiðufrádrátturin er 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 krónur. Fer samlaða hýran upp um 300.000 krónur, rindar tú fullan skatt av tí partinum, sum fer uppum.
Til og við 2024 var upphæddin 400.000 krónur.
Fyri at rokna frádráttin skulu nettoveiðan og samlaða hýran fyrst roknast út.
Nettoveiðan er tað, sum selt verður fyri í eitt ár, minus beinleiðis útreiðslur, til dømis til olju og til at selja veiðuna. Rørt tú út, eru eisini útreiðslur til agn og egning. Er onkur við tær á bátinum, er hýran til tann persónin eisini beinleiðis útreiðsla.
Samlaða hýran er grundhýran, tað er 45% av nettoveiðuni, pluss 12% í frítíðarløn.
Her er eitt dømi, har tú rørt út, og bara tú ert við bátinum. Tú hevur selt fyri 500.000 kr.
| Nettoveiða | |
| Selt fyri: | 500.000 |
| søluútreiðslur | ÷ 50.000 |
| oljuútreiðslur | ÷ 80.000 |
| agnútreiðslur | ÷ 12.000 |
| egningarútreiðslur | ÷ 83.000 |
| Nettoveiða: | 275.000 |
| Samlað hýra | |
| Grundhýra (45%* av 275.000): | 123.750 |
| frítíðarløn, 12% | + 14.850 |
| Grundhýra við frítíðarløn: | 138.600 |
| Samlað hýra: | 138.600 |
| Fiskiveiðufrádráttur | |
| Fiskiveiðufrádráttur (14% av 138.600): | 19.404 |
Sambært § 25 a, stk. 4, nr. 2, 1. pkt., í skattalógini kann manningin fáa í mesta lagi 45% av nettoveiðuni. Reiðarin ásetir prosentini. Harumframt kunnu skipari, stýrimaður og maskinmaður fáa 10% afturat sambært § 25 a, stk. 4, nr. 2, 2. pkt., í skattalógini.
Samlaða hýran skal setast sum útreiðsla undir løn/hýru, og 86% av grundhýruni skulu setast sum ársúrslit at flyta til sjálvuppgávuna.
Gott er at spyrja ein bókhaldara. Tú kanst eisini brúka roknskaparleistin hjá TAKS fyri útróður. Í roknskaparleistinum skal samlaða hýran setast í teig 48 og ársúrslitið í teig 86.
Har kemur leinkið til leistin fram við teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast. Tú kanst eisini heinta hann her á síðuni undir leinkjum. Í báðum førum setir tú tølini inn, goymir skjalið á telduni og letur tað inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni.
Roknskaparleisturin fyri útróður skal útfyllast á sama hátt sum roknskaparleisturin fyri húsaleigu og leisturin uttan løn og avskriving. Undir leinkjum her á síðuni eru videovegleiðingar til hesar leistir. Hygg at teimum, um tú ivast.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð