Fyri at rokna frádráttin, mást tú fyrst rokna nettoveiðuna og samlaðu hýruna.
Nettoveiðan er tað, sum tú selur fyri í eitt ár ÷ beinleiðis útreiðslur, t.e. útreiðslur til sølu, olju, agn og egning. Rør onkur út saman við tær, er hýran til tann persónin eisini beinleiðis útreiðsla. Samlaða hýran er grundhýran + 12% í frítíðarløn + 10% afturat.
Vit rokna eitt dømi, har tú ert einsamallur við bátinum og hevur selt fyri 500.000 krónur:
| Fyrst rokna vit nettoveiðuna | |
| Selt fyri: | 500.000 |
| søluútreiðslur | ÷ 50.000 |
| oljuútreiðslur | ÷ 80.000 |
| agnútreiðslur | ÷ 12.000 |
| egningarútreiðslur | ÷ 83.000 |
| Nettoveiða: | 275.000 |
| So samlaðu hýruna | |
| Grundhýra (45% av nettoveiðu):* | 123.750 |
| frítíðarløn, 12% | + 14.850 |
| Grundhýra við frítíðarløn: | 138.600 |
| 10% av nettoveiðu til skipara, motorpassara og bestamann** | + 27.500 |
| Samlað hýra: | 166.100 |
| Og at enda fiskiveiðufrádráttin | |
| Fiskiveiðufrádráttur (14% av samlaðu hýruni): | 23.254 |
*) Sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 1. pkt., í skattalógini eru 45% + frítíðarløn tað mesta, ið kann lutast manningini av nettoveiðuni. Dømið nýtir henda prosentpart, men reiðarin kann áseta, at parturin skal vera minni.
**) 10% er sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 2. pkt., í skattalógini.