Føroyafrádráttur
Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.
- Ein skal hava búð í Føroyum, áðrenn ein flutti til Danmarkar.
- Ein skal uppihalda sær í Danmark fyribils í lestrarørindum.
- Ein skal ikki hava kompetansugevandi útbúgving frammanundan.
- Ein skal ikki hava uppihildið sær í Danmark í meira enn seks mánaðir, áðrenn lestur byrjar.
Upp í seks mánaða tíðarskeiðið verður ikki roknað tann tíð, sum verður nýtt í sambandi við fyrireikandi skeið, sum útbúgvingarstovnur treytar fyri at kunna byrja lesnaðin. Henda tíð kann tó vara í mesta lagi eitt ár.
Søkja hjún inn á útbúgvingarstovn, og bert annað verður upptikið, so verður seks mánaða reglan tikin úr gildi, hvat viðvíkir hinum hjúnafelaganum, tó í mesta lagi í tvey ár.
Gev gætur, at føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku, og ein rindar vanligan skatt av SU. Ein hevur rætt til føroyafrádrátt, so leingi ein lesur, tó í mesta lagi ásettu lestrartíð + tvey ár.
Upphæddin á føroyafrádráttinum broytist frá ári til ár. Verður bert lisið part av árinum, verður frádrátturin lutfalsliga minni. Flytir ein t.d. til Danmarkar 1. september og byrjar at lesa tá, verður frádrátturin 4/12 av fullu upphæddini.
8 prosent skulu gjaldast í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni.
Tá søkjast skal um føroyafrádrátt, skal ein venda sær til uttanlandsdeildina á skattasentrinum, har ein býr. Har skal ein boða frá:
- at ein er føroyingur undir útbúgving,
- at ein hevur inntøku, sum ein søkir føroyafrádrátt av,
- at ein ætlar sær heim til Føroya eftir loknan lestur.
Tað er umráðandi at kunna vísa lestrarkort, lærusáttmála ella annað skjalprógv fyri, at ein er lesandi. Søkjast skal um føroyafrádrátt á hvørjum ári.
Finn meirlesnað á heimasíðuni hjá ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark ella spyr ráðgevingina beinleiðis. Hon veit alt um frádráttin.
Leinki til síðuna við lesnaði og kontaktupplýsingum er undir snarslóðum.