Hjúnafrádráttur
Hjúnafrádráttur loyvir hjúnum at flyta botnfrádrátt upp til kr. 30.000 sínámillum, um annað hjúnið tjenar minni enn hetta. Skipanin javnstillar hesi hjún við hjún, har bæði hava inntøku og fáa gagn av botnfrádráttinum.
Dømi um hjúnafrádrátt
Tjenar annað hjúnið einki og hitt 300.000, verður fyrra inntøkan sett til 30.000 og tann seinna til 270.000. Hetta verður gjørt sjálvvirkandi við ársenda.
Tjenar annað 20.000 og hitt 300.000, verður munurin upp til botnfráttin mótroknaður, og fyrra inntøkan sett til 30.000 og seinna til 290.000. Hetta verður eisini gjørt sjálvvirkandi við ársenda.