Lurta

Hvat er frádráttur?

Frádráttur er ein upphædd, sum stavar frá einari ávísari útreiðslu, tú hevur havt, og sum tú kanst draga frá tíni skattskyldugu inntøku, áðrenn skatturin verður roknaður. Hetta ger, at tú rindar minni í skatti.

Niðanfyri er yvirlit yvir frádráttir, og hvør kann nýta teir. Les meira um teir undir leinkjum.

Yvirlit yvir frádráttir

Barnafrádráttur

Frádráttur hjá foreldrum at børnum undir 18 ár.

Eftirlønarfrádráttur

Frádráttur hjá teimum, sum hava goldið til eftirløn, ið verður skattað við inngjald.

Fiskiveiðufrádráttur

Frádráttur, sum kann dragast frá samlaðari hýru frá fiskiskapi. Verður eisini kallaður fiskimannafrádráttur og útróðrarfrádráttur.

Føroyafrádráttur

Frádráttur hjá føroyskum lesandi í Danmark, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Hjúnafrádráttur

Frádráttur, sum hjún kunnu flyta sínámillum sum botnfrádrátt, um inntøkan hjá øðrum hjúninum er minni enn frádrátturin.

Ítróttafrádráttur

Frádráttur hjá hjálparfólkum í ítróttafeløgum.

Lærlingafrádráttur

Frádráttur hjá lærlingum.

Pensjonistafrádráttur

Frádráttur hjá fólkapensjonistum.

Samdøgursfrádráttur

Frádráttur hjá teimum, ið hava meirútreiðslur av longrivarandi uttanlandsarbeiði.

Uttanlandsfrádráttur

Frádráttur, sum fólk við fullari skattskyldu í Føroyum kunnu draga frá uttanlandsinntøku.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.