Skriva út

Ítróttafrádráttur

Ítróttafrádráttur er upphædd, sum hjálparfólk hjá ítróttafeløgum kunnu draga frá í skattskyldigu inntøku síni, um tey fáa upphæddina sum samsýning fyri arbeiði sítt í feløgunum.

Samsýningin kann í mesta lagi vera 50.000 kr. um árið í alt

Fer hon uppum, fellur rætturin til ítróttafrádráttin burtur, eisini til tær upprunaligu 50.000 kr. Fær ein samsýning frá fleiri ítróttafeløgum, skal hon ikki vera meira enn 50.000 kr. um árið í alt.

Meira um frádráttin sigur § 29b, stk. 2, í skattalógini, at verður samsýning givin fyri eitt arbeiði, kann ikki fyri sama arbeiði gevast skattafrí veiting sambært § 29, nr. 7, í skattalógini, t.e. tímapeningur, dagpeningur og náttarviðbót.

Her er at geva gætur, at sum slík skattafrí veiting er ikki at rokna útlegg, sum gjørt verður í útsend fyri ítróttafelag, til dømis útlegg til hotell. Tað kann ein tí fáa afturgoldið umframt at fáa samsýning fyri arbeiðið.

Frádrátturin verður útgoldin sum avlopsskattur

Tað merkir, at hjálparfólkið fyrst rindar fullan skatt av allari inntøku síni, eisini av samsýningini frá ítróttafelagnum. Í mars árið eftir inntøkuárið verður skatturin av samsýningini so útgoldin sum avlopsskattur.

Til ber eisini at fáa frádráttin leypandi gjøgnum árið

Tá merkist hann soleiðis, at ein rindar minni í skatti við hvørja lønarútgjalding gjøgnum árið. Samlaða úrslitið verður tó tað sama í báðum førum.

Fyri at fáa frádráttin leypandi skal ein fyribilsskráseta seg við væntaðu samsýningini. Les meira um fyribilsskráseting undir snarslóðum her á síðuni. Fyribilsskrásetingarskjal finnur tú somuleiðis her á síðuni undir oyðubløðum.

Gev gætur

Í sambandi við fyribilsskráseting er sera umráðandi, at samsvar er ímillum ta samsýning, sum ein fyribilsskrásetir seg við, og ta samsýning, sum ein fær, tá ið samanum kemur. Annars kann tað enda við eini skattarokning.

Dømi 1
Um hjálparfólk væntar at fáa 20.000 kr. í samsýning í eitt ár og fyribilsskrásetir seg við hesi upphædd, men bara fær 10.000 kr., tá ið árið er liðugt, so er skattur gjøgnum árið roknaður av 10.000 kr. ov lítið. Hjálparfólkið fær tá eina rokning upp á skattin av hinum 10.000 kr.

Dømi 2
Um hjálparfólk væntar at fáa 50.000 kr. í samsýning í eitt ár og fyribilsskrásetir seg við hesi upphædd, men endar við at fara upp um 50.000 kr., so dettur rætturin til allan ítróttafrádráttin sambært reglunum burtur, og hjálparfólkið fær eina rokning á skattin av teimum 50.000 kr.

Eftirløn og frítíðarløn

Eftirløn

Tá ið samsýningin verður flutt á kontu, er krav at rinda eftirlønargjald umframt. Í 2020 skal gjaldið vera minst 6% av samsýningarupphæddini. Eftirlønargjaldið er ikki partur av skattskyldigu inntøkuni og kann tí koma oman á tær 50.000 kr., uttan at rætturin til frádráttin dettur burtur.

Frítíðarløn

Sigur avtalan partanna millum, at frítíðarløn skal rindast av samsýningini, so er umráðandi at minnast til, at frítíðarlønin er partur av skattskyldigu inntøkuni. Tí skulu samsýning og frítíðarløn til samans ikki geva meira enn 50.000 kr., tí annars dettur rætturin til frádráttin burtur.

Hvat er eitt hjálparfólk?

Hjálparfólk eru øll onnur enn tey, sum útinna sjálvan ítrótt felagsins. Í einum bóltfelag øll onnur enn bóltspælararnir. Í einum róðrarfelag øll onnur enn rógvararnir o.s.fr. Hjálparfólk kunnu tískil vera leiðarar, venjarar, samskiparar, dómarar, bókhaldarar, nevndarlimir o.o.

Íðka tey samstundis ítrótt felagsins, missa tey tó ikki rættin til at fáa ítróttafrádrátt fyri tann partin, ið tey fáa samsýning fyri sum hjálparfólk.

Ítróttafelagið skal hava eitt v-tal til hjálparfólk hjá ítróttafeløgum

Fyri at samsýning skal kunna geva rætt til ítróttafrádrátt, skal felagið, sum rindar samsýningina, hava eitt v-tal til hjálparfólk hjá ítróttafeløgum. Les meira um hetta undir snarslóðum.

Ofta spurt um ítróttafrádrátt

Spurningur: Kann eg fáa vanliga a-inntøku sum leikari hjá einum felagi og frádráttargevandi samsýning sum venjari í sama felagi?

Svar: Ja, um talan er um, at tú skalt veita felagnum tvær ymiskar tænastur – leikari og venjari – so ber til at fáa bæði vanliga a-inntøku og frádráttargevandi samsýning frá sama felagi.

Spurningur: Kann eg fáa vanliga a-inntøku sum høvuðsvenjari og samstundis vera venjari hjá einum ungómsliði hjá sama felagi og fáa frádráttargevandi samsýning fyri tann partin?

Svar: Nei, er talan um sama virksemi fyri sama arbeiðsgevara, so ber ikki til at fáa ein part sum vanliga a-inntøku og hin sum frádráttargevandi samsýning.

Spurningur: Eg eri massørur hjá einum fótbóltsliði um summarið og hjá einum hondbóltsliði um veturin. Kann eg fáa 20.000 kr. sum vanliga a-inntøku frá hondbóltsliðnum og 50.000 kr. sum frádráttargevandi samsýning frá fótbóltsliðnum?

Svar: Ja, tað er í lagi at fáa ein part sum frádráttargevandi samsýning og hin partin sum vanliga a-inntøku, um talan er um tveir ymiskar arbeiðsgevarar.

Spurningur: Eg eri venjari hjá einum hondbóltsfelagi og fái vanliga a-inntøku fyri hetta. Kann eg vera venjari hjá einum hondbóltslandsliði samstundis og fáa frádráttargevandi samsýning fyri tann partin?

Svar: Ja, tá ið talan er um somu tænastu, men um tveir ymiskar arbeiðsgevarar, so ber til at fáa vanliga a-inntøku frá øðrum og frádráttargevandi samsýning frá hinum.