Skriva út

Lærlingafrádráttur

Lærlingafrádráttur er upphædd á í mesta lagi 50.000 kr. um árið og verður drigin frá inntøkuni hjá lærlingum, áðrenn skatturin verður roknaður.

Treytir fyri at fáa lærlingafrádrátt

Fyri at fáa lærlingafrádrátt skal ein vera lærlingur.

Tað merkir, at ein antin skal arbeiða eftir galdandi lærusáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, ella eftir sáttmála, har útbúgvingin er skipað og lønt sambært avtalu millum fakfelag og arbeiðsgevara á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Gev gætur

Er starvsvenjing partur av útbúgvingini, verður ein ikki roknaður sum lærlingur. Sum dømi kunnu nevnast lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar. Hesi fáa ikki frádrátt, tí tey eru ikki fevnd av einum lærusáttmála.

Fevnir lærutíðin um part av inntøkuárinum, verður frádrátturin minkaður samsvarandi. Hetta kann til dømis vera, um læran byrjar ella endar mitt í árinum.

Hvat skal ein gera fyri at fáa frádráttin?

Lærlingar, ið hava sáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, skulu einki gera. Hjá teimum er frádrátturin lagdur inn í skattaskipanina og verður roknaður sjálvvirkandi.

Lærlingar, ið ikki hava sáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, skulu søkja um hann. Tað kunnu teir gera upp á tveir mátar:

  1. Á Borgaraglugganum: Vel Skattur > Fyribilsskattaskráseting 2023 > Fyribilsskráset fyri 2023. Áset byrjanardag og endadag fyri lærutíðina niðast á hesi síðu, viðfest lærusáttmála og send.
  2. Manuelt: Fyll út og send okkum “Umsókn um lærlingafrádrátt.” Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Minst til at leggja lærusáttmála saman við umsóknini.

Hvar sæst frádrátturin?

Frádrátturin sæst á Borgaraglugganum. Vel Sjálvuppgávan 2022 > Fyribilsskattaskráseting 2023 > Fyribilsskráset fyri 2023. Upphæddin stendur undir “Roknaður frádráttur” niðast á síðuni.

Hvat um broytingar henda í lærutíðini?

Henda broytingar í lærutíðini, til dømis um ein fer í barsil, farloyvi, skiftir lærupláss ella gevst við læruni, skal ein boða TAKS ella Yrkisdeplinum frá broytingunum, alt eftir hvønn sáttmála, ein hevur.

Lærlingar, ið ikki hava sáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, skulu boða TAKS frá

Send boðini við teldubrævi til TAKS á taks@taks.fo. Skiftir ein lærupláss, skal TAKS eisini hava nýggja umsókn um lærlingafrádrátt.

Lærlingar, ið hava sáttmála, sum Yrkisdepilin hevur góðkent, skulu boða Yrkisdeplinum frá

Yrkisdepilin sendir síðan boðini víðari til TAKS.

Dømi um lærlingafrádrátt

Við lærlingafrádráttinum verður meira eftir av lønini eftir skatt, millum 1.000 og 2.000 krónur um mánaðin, alt eftir, hvussu nógv ein tjenar.

Talvan niðanfyri vísir dømi um lærlingafrádrátt fyri ymiskar inntøkur. (Kelda: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.)

Skattskyldig inntøka75.000100.000150.000200.000300.000400.000
Frádráttur50.00050.00050.00050.00050.00050.000
Skattskyldig inntøka eftir frádrátt25.00050.000100.000150.000250.000350.000
Sparing í landsskatti1.5005.2507.5007.50010.00012.500
Sparing í kommunuskatti9.08610.09510.09510.09510.09510.095
Sparing í kirkjuskatti270300300300300300
Sparing í gjaldi til Heilsutrygd300300300300300300
Sparing í gjaldi til AMEG1.5001.5001.5001.5001.5001.500
Skattalætti um árið12.65617.44519.69519.69522.19524.695
Skattalætti um mánaðin1.0551.4541.6411.6411.8502.058