Skriva út

Pensjonistafrádráttur

Pensjonistafrádráttur er árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar. Skipanin hevur verið galdandi síðan 1. januar 2020.

Hvussu stórur er frádrátturin?

Í 2020 er frádrátturin upp til 3.000 krónur um árið, helvt um helvt yvir landsskattin og kommunuskattin. Í 2021 og frameftir er frádrátturin upp til 6.000 krónur um árið, somuleiðis helvt um helvt yvir landsskattin og kommunuskattin.

Hvat skal ein gera fyri at fáa frádráttin?

Ein skal einki gera. Er ein fólkapensjonistur, verður frádrátturin latin sjálvvirkandi yvir skattaskipanina.

Meira at vita um viðurskifti hjá pensjonistum?

Klikk á leinkið "Pensjonistar" undir snarslóðum og kunna teg um eitt nú eftirløn, fólkapensjón, kringvarpsgjald o.a.