Endamálið við samdøgursfrádráttinum er at dekka ein part av teimum meirútreiðslum, sum kunnu standast av at hava eitt arbeiði uttanlands, nevniliga útreiðslur til kost, bústað, ferðing, sjúkratrygging og vanlukkutrygging.
Samdøgursfrádráttur
Samdøgursfrádráttur er ein skattligur frádráttur fyri meirútreiðslur, tá tú arbeiðir uttanlands í longri tíð. Frádrátturin verður drigin frá inntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður.
Endamálið við samdøgursfrádráttinum
Treytirnar fyri at fáa samdøgursfrádrátt
Fyri at fáa samdøgursfrádrátt skalt tú:
- hava fulla skattskyldu í Føroyum
- hava eitt arbeiði uttanlands, sum varar í minst tveir mánaðir uttan slit ella í minst 100 samdøgur í eitt 12 mánaða tíðarskeið
Tú fært tó ikki amdøgursfrádrátt, um tú:
- hevur arbeiði sum sendifólk Føroya uttanlands
- hevur arbeiði, sum kemur undir grein 15, stk. 4, í norðurlendska tvískattasáttmálanum
Útlendska lønin skal á føroysku sjálvuppgávuna
Saman við sjálvuppgávuni skalt tú leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.
Frádrátturin er galdandi frá tí degi, arbeiðsferðin byrjar
Frádrátturin fevnir bert um teir dagar, sum hava beinleiðis samband við arbeiðið, herímillum eisini bíðidagar uttanlands av arbeiðsávum.
Frádrátturin kann til samans ongantíð verða størri enn skattskyldiga inntøkan frá arbeiðinum uttanlands.
Samdøgursfrádrátturin er 120 krónur um samdøgrið
- í 2025 var hann 180 krónur
- í 2024 var hann 240 krónur
- í 2023 og áðrenn var hann 300 krónur
Spurningar?
Vit vegleiða fegin
- Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.