Skriva út

Útróðrarfrádráttur

Rørt tú út við egnum báti, hevur tú rætt til frádrátt á 14% av samlaðu hýruni upp til 470.000 krónur (til og við 2023). Fer samlaða hýran uppum, rindar tú fullan skatt av tí partinum.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttnum:
Fyri 2024 er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 400.000 kr.
Fyri 2025 og frameftir er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 kr.

Soleiðis roknar tú frádráttin

Fyri at rokna frádráttin, mást tú fyrst rokna nettoveiðuna og samlaðu hýruna.

Nettoveiðan er tað, sum tú selur fyri í eitt ár ÷ beinleiðis útreiðslur, t.e. útreiðslur til sølu, olju, agn og egning. Rør onkur út saman við tær, er hýran til tann persónin eisini beinleiðis útreiðsla. Samlaða hýran er grundhýran + 12% í frítíðarløn + 10% afturat.

Vit rokna eitt dømi, har tú ert einsamallur við bátinum og hevur selt fyri 500.000 krónur:

Fyrst rokna vit nettoveiðuna
Selt fyri:500.000
søluútreiðslur÷ 50.000
oljuútreiðslur÷ 80.000
agnútreiðslur÷ 12.000
egningarútreiðslur÷ 83.000
Nettoveiða:275.000

So samlaðu hýruna
Grundhýra (45% av nettoveiðu):*123.750
frítíðarløn, 12%+ 14.850
Grundhýra við frítíðarløn:138.600
10% av nettoveiðu til skipara, motorpassara og bestamann**+ 27.500
Samlað hýra:166.100

Og at enda útróðrarfrádráttin
Útróðrarfrádráttur (14% av samlaðu hýruni):23.254

*) 45% er sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 1. pkt., í skattalógini tað mesta, sum útróðrarmenn kunnu fáa í sín lut av nettoveiðuni, tá ið teir ikki eiga bátin sjálvir. Dømið nýtir henda prosentpart, men sum eigari av bátinum ræður tú sjálvur fyri, hvussu stórur prosentparturin skal vera.

**) 10% er sambært § 25a, stk. 4, nr. 2, 2. pkt., í skattalógini.

Soleiðis førir tú frádráttin inn í roknskapin

Set samlaðu hýruna undir útreiðslur sum løn/hýru og legg 86% av grundhýruni aftur at ársúrslitinum at flyta til sjálvuppgávuna. Brúkar tú roknskaparleistin hjá TAKS fyri útróður, er talan um teig 48 (Løn/hýra) og teig 86 (Ársúrslit at flyta til sjálvuppgávuna).

Ikki hoyrt um roknskaparleistin hjá TAKS fyri útróður?

Hann er fínur at gera roknskapin við, um eingin bókhaldari er at heita á. Fyll hann út beinleiðis á Borgaraglugganum ella heinta hann her á síðuni undir snarslóðum. Set tølini inn, goym á telduni og lat inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni.

Síggj videovegleiðingar, hvussu tú fyllir út

TAKS hevur gjørt ymsar roknskaparleistir, og tveir hava videovegleiðingar. Tað eru leisturin fyri húsaleigu og leisturin uttan løn og avskriving. Roknskaparleisturin fyri útróður skal útfyllast tilsvarandi, so hygg at vegleiðingunum, um tú ivast. Tær liggja undir snarslóðum.

Ivast tú í onkrum um útróðrarfrádrátt?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.