Lurta

Uttanlandsfrádráttur

Arbeiðir tú uttanlands og hevur fulla skattskyldu í Føroyum, kanst tú fáa uttanlandsfrádrátt. Her sært tú, nær tú kanst fáa frádrátt, hvussu nógv tú kanst fáa, og hvørjar serreglur galda.

Hvussu nógv kanst tú fáa?

Uttanlandsfrádrátturin er 30% uttanlandsinntøkuni, tó í mesta lagi:

  • 96.000 kr. fyri 2024
  • 72.000 kr. fyri 2025
  • 48.000 kr. fyri 2026 og frameftir

Hevði tú í 2024 uttanlandsinntøku eftir grein 25 b í skattalógini og kom undir exemption linking, er hámarkið:

  • 120.000 kr. fyri 2025
  • 96.000 kr. fyri 2026
  • 72.000 kr. fyri 2027
  • 48.000 kr. fyri 2028 og frameftir

Exemption linking merkir, at tú rindar ikki skatt av uttanlandsinntøkuni í Føroyum, men at hon kann ávirka skattin av aðrari inntøku.

Ert tú við fiskiskipi, fært tú ikki uttanlandsfrádrátt

Í staðin fært tú fiskiveiðufrádrátt.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.