Gjaldsavtala við TAKS, borgarar
Við eini gjaldsavtalu við TAKS tryggjar tú tær, at gjøld tíni til TAKS verða flutt stundisliga. Øll kunnu stovna gjaldsavtalur.
Tað eru tríggir mátar at stovna gjaldsavtalur: gjøgnum TAKS, peningastovnin ella heimabankan.
Gjøgnum TAKS
Fyll út umsóknarblaðið “Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS”. Finn tað undir oyðubløðum.
Gjøgnum peningastovnin
Ring til peningastovnin ella bankaráðgeva tín og bið um eina gjaldsavtalu. Upplýs gjaldslykilin, sum stendur á inngjaldskortinum. Bankin vegleiðir.
Gjøgnum heimabankan
Stovna avtaluna við at skriva inn niðanfyristandandi upplýsingar, alt eftir hvat fyri avtalu, ið talan er um.
PBS- nummar | Deb. bólkur | Slag av avtalu | Dømi um GS-kundanummar | Frágreiðing til GS-kundanummar |
5108748 | 2 | HL: Húsaleiguskattur | BOHL10125104700 | BO + HL + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KB: Vinningsbýtisskattur | BOKB58206900000 | BO + KB + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | KS: Kapitalvinningsskattur, p-tal | BOKS25106405900 | BO + KS + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KS: Kapitalvinningsskattur, v-tal | BOKS59608600000 | BO + KS + Vtal + 00 |
5108748 | 2 | PS: Partafelagsskattur | ISPS58437100000 | IS + PS + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | HT: Heilsutrygd | BOHT09111613800 | BO + HT + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | KG: Karensgjald | BOKG52533200000 | BO + KG + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | SE: Almannakrøv/útlendsk krøv | BOSE18056501900 | BO + SE + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | IK: Inkasso, p-tal | IKIK15026102300 | IK + IK + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | IK: Inkasso, v-tal | IKIK59608600000 | IK + IK + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | BA: Barsilsgjald | BOBA59608600000 | BO + BA + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | LA: Lønhæddaravgjald | BOLA59522500000 | BO + LA + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | MV: Mvg | BOMV59359100000 | BO + MV + Vtal + 00000 |
5108748 | 2 | BS: B-skattur | KOBS08048709600 | KO + BS + Ptal + 00 |
5108748 | 2 | RS: Restskattur (Írestandi skattur) | KORS11105405310 | KO + RS + Ptal |
5108748 | 2 | KF: Kringvarpsgjald | BOKF(p-tal+00) | BO+KF+Ptal+00 |
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 gerandisdagar millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.