Lurta

Barsilsskipanin

Øll, sum eru millum 16 og 67 ár og hava fulla skattskyldu í Føroyum, rinda ein prosentpart av lønini til Barsilsskipanina. Endamálið við skipanini er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá foreldrum at vera um barnið ta fyrstu tíðina.

 

Inngjald 2026

Starvsfólk: Rinda 0,86% av A-inntøkuni. Gjaldið fer sjálvvirkandi av lønini.

Arbeiðsgevarar: Rinda 0,86% av útgoldnum A-inntøkum. Rokning verður send mánaðarliga.

Sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakarar við B-inntøku og FAS'arar: Kunnu tekna sjálvbodna trygging á 3.000 kr. um árið.

 

Útgjald 2026

Starvsfólk: Útgjaldið er vanliga lønin, tó ikki meira enn 31.922 kr. um mánaðin (frá 1. januar 2026).

Arbeiðsgevarar: Fær starvsfólk løn, meðan tað er í barsilsfarloyvi, fáa arbeiðsgevarar lønina endurrindaða, tó í mesta lagi tað, sum tað hevði fingið frá Barsilsskipanini.

Sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakarar við B-inntøku og FAS'arar: Sum hjá starvsfólki.

 

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.