Skriva út

Kringvarpsgjald

Allir persónar, sum eru 24 ár og eldri, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, rinda kringvarpsgjald. Arbeiðsgevarar rinda eisini. TAKS krevur inn gjaldið sambært kringvarpslógini.

Inngjald 2023

Borgarar: 24 til 66 ár: 150 kr. um mánaðin. 67 ár og eldri: 50 kr. um mánaðin. Gjaldið fer sjálvvirkandi av løn, veiting ella lestrarstuðli. Fært tú ikki pening gjøgnum skattaskipanina, fært tú mánaðarliga rokning sendandi.

Arbeiðsgevarar: Rinda árliga rokning eftir lønarútreiðslunum síðsta almanakkaár. Gjøldini síggjast í talvuni niðanfyri. Arbeiðsgevarar eru allir landsstovnar, kommunalir stovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir og øll partafeløg/smápartafeløg.

Lønarútr. frá:Lønarútr. til:Ársgjald:
0,00 kr.99.999,99 kr.0,00 kr.
100.000,00 kr.499.999,99 kr.2.000,00 kr.
500.000,00 kr.999.999,99 kr.3.500,00 kr.
1.000.000,00 kr.2.999.999,99 kr.7.000,00 kr.
3.000.000,00 kr.6.999.999,99 kr.8.000,00 kr.
7.000.000,00 kr.9.999.999,99 kr.9.000,00 kr.
10.000.000,00 kr.12.000,00 kr.

Meira at vita um kringvarpsgjald?
Sí snarslóðir.