Lurta

Prístalsviðgerð av eftirløn

At prístalsviðgera eftirløn er at regulera upphæddirnar á inngjøldum og útgjøldum, so at tær fylgja kostnaðarstignum í samfelagnum.

Frá tí at eftirlønarlógin kom í gildi vórðu inngjøld og útgjøld prístalsviðgjørd í nøkur ár. Broytingarnar vóru tó so lítlar í mun til umsitingarliga arbeiðið av teimum, at Løgtingið í 2020 avtók prístalsviðgerðina við gildi frá 1. januar 2021.

Inngjøld og útgjøld vórðu fastsett til tað, sum tey vóru í 2014, tá ið eftirlønarlógin kom í gildi.

Fastar upphæddir í eftirlønarlógini

§   2, stk. 4:  Mesta lógarskyldiga inngjald um árið:  150.000 kr.
§ 10, stk. 2:  Mesta innistandandi fyri at fáa útgjald sambært § 10:  399.000 kr.
§ 10, stk. 2:  Kapitalútgjald:  60.000 kr.
§ 10, stk. 2:  Mánaðarútgjald:  2.500 kr.

Fastar upphæddir í rentutryggingarlógini

§ 7B, stk. 1:  Mesta mánaðarliga lutaeftirløn við styttum tíðarskeiði:  4.000 kr.
§ 7B, stk. 2:  Mesta mánaðarliga lívrenta (uppathaldandi lívstreytað veiting):  4.000 kr.
§ 7B, stk. 3:  Mesta eingangsútgjald við umrokning av lutaeftirløn/lívrentu:  50.000 kr.
§ 7B, stk. 4:  Mesta innistandandi fyri at fáa mánaðarliga lutaeftirløn:  149.000 kr.
§ 7B, stk. 5:  Mesta innistandandi fyri at fáa mánaðarliga lívrentu:  199.000 kr.

Meira at vita um eftirløn?

Sí leinki.