Panting merkir, at TAKS tekur trygd í einari ogn. Lýsir pant í henni, sum tað eisini verður kallað. Tað kann vera jørð, hús, virðisbrøv ella annað, man eigur. Ognin kann tá ikki seljast ella gevast burtur uttan við loyvi frá TAKS, sum tá mótroknar í tí, sum fæst fyri ognina.
Úrslitaleys panting
Er eingin ogn, ella er hon einki verd, kann TAKS framvegis lýsa pant. Hetta verður kallað úrslitaleys panting. Hóast hon ikki gevur pening, so er hon týðandi, tí hon brýtur fyrningarfreistina fyri skuldini og leingir hana við fimm árum. Nýggj úrslitaleys panting leingir í onnur fimm ár.
Panting á bústaðnum
Í summum førum kann TAKS panta á bústaðnum hjá einum. Hetta kann henda, um:
- Man ikki møtir eftir at hava fingið komuboð
- TAKS heldur, at man fer at selja ella geva burtur ogn fyri at sleppa undan panting.
Í seinna føri kann pantast uttan komuboð.