Skriva út

Heim at tjena pengar

Lesur tú uttanlands, loysir tað seg at koma heim at arbeiða viðhvørt, eitt nú í ferium. Er ársinntøkan minni enn 30.000 kr., er eingin skattur, og er hon minni enn 65.000 kr., er bara kommunuskattur.

Lønarseðil
InntøkaTil samfelagiðTil tín
Ársinntøka < 30.000ALS-gjald (1%): 300 kr.
AM-gjald (3%): 900 kr.28.800,00
Ársinntøka < 65.000ALS-gjald (1%): 650 kr.
AM-gjald (2%): 1.950 kr. 
Kirkjuskattur (0,75% í miðal): 487,50 kr.
Kommunuskattur (um 20% í miðal): 7.000 kr.
Kringvarpsgjald, heilsutrygdargjald og barsilsgjald: 0 kr.*26.111,00
Til tín í alt54.912,50

Fyri at fáa fyrimunin, skalt tú søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum

Tað gert tú talgilt á Borgaraglugganum.

  • Far til gluggan
  • Rita inn
  • Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
  • Fyll út og send

Fyri at kunna søkja, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár og skalt kunna vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum.

Tað er ikki neyðugt at søkja hvørt ár, men henda broytingar í útbúgvingini, ella gevst tú at lesa, skal TAKS hava boð um tað.

Eftirløn og frítíðarløn

Arbeiðsgevarin skal rinda minst 4% av inntøku tíni í eftirløn. Um upphæddin verður tikin av lønini ella verður løgd afturat, er ein samráðingarspurningur millum teg og arbeiðsgevaran. Í okkara roknistykki verður upphæddin løgd afturat. Frítíðarlønin kemur altíð aftur at inntøkuni. Hana skal arbeiðsgevarin rinda sambært lóg.

*Kringvarpsgjald, heilsutrygdargjald og barsilsgjald

Kringvarpsgjaldið verður strikað, um tú sum lesandi við føstum bústaði uttanlands fært fulla skattskyldu í Føroyum. Heilsutrygdargjaldið verður altíð strikað, um tú hevur fastan bústað uttanlands. Barsilsgjaldið kanst tú eisini søkja um at fáa strikað. Søk um tað, áðrenn tú fært fyrstu lønina, tí gjaldið kann ikki strikast afturvirkandi. Skriva til Barsilsskipanina á taks@taks.fo. Einki umsóknarblað krevst. Umsóknin hevur virknað, frá tí at hon er móttikin.

Tað, sum tú tjenar í Føroyum, skalt tú geva upp í tí landi, har tú býrt

Hetta er skylda tín sambært lóg. Tað merkir ikki, at tú skalt rinda dupultan skatt. Tað merkir bara, at tú skalt upplýsa inntøkuna fyri skattamyndugleikunum.

Fært tú føroyafrádrátt?

Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Tú kanst eisini brúka frádráttin í sambandi við arbeiði í Føroyum. Les meira um henda frádrátt á heimasíðuni hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Tú finnur leinkið undir snarslóðum. Har finnur tú eisini leinki til aðrar møguleikar hjá tær sum lesandi.

Okkurt at spyrja um?

Ring til kundatænastu okkara á tel. 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella skriva til taks@taks.fo.