Skriva út

Tríggjar minuttir og ellivu sekund

So skjótt er at avgreiða mvg-uppgerðina á Vinnuglugganum. Tað er sum at stinga frens og kostar 0 krónur. Við brævi er seinni og kostar 250 krónur hvørja ferð. Tað eru 1.000 krónur um árið, hvørt ár.

Hevur tú ikki roynt Vinnugluggan?

Fá ein brúkara og prøva. Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum".

Avmynda útfyltu umsóknina og send myndina/myndirnar til taks@taks.fo. Tú kanst eisini senda útfyltu umsóknina við brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.

Kundatænastan er eisini opin hvønn mánadag til hósdag frá 10 til 15

Ring ella skriva til okkara á 35 26 00 ella á taks@taks.fo, og vit vegleiða fegin. Les meira um Vinnugluggan á taks.fo/vinnugluggin. Vitja hann á vinnugluggin.fo.