Lurta

Mvg-endurgjald fyri elbilar og brintbilar

Keypir tú elbil ella brintbil, kanst tú fáa ein part av mvg’num aftur, um tú lýkur treytirnar.

Treytir

Fyri at fáa mvg-endurgjald, skal bilurin vera skrásettur hjá Akstovuni í seinasta lagi 31. desember 2027.

Upphæddir

Endurgjaldið hevur eina mesta krónuupphædd, sum minkar frá 2023/2024, tá skipanin byrjaði, til 2028, tá hon steðgar.

Fer meirvirðisgjaldið á bilinum upp um hesa upphædd, fæst einki endurgjald fyri tann partin, sum fer upp um.

  • 2023/2024: upp til 70.000 krónur
  • 2025: upp til 52.500 krónur
  • 2026: upp til 35.000 krónur
  • 2027: upp til 17.500 krónur
  • 2028 og seinni: 0 krónur
Umsóknir

Søkt verður um mvg-endurgjald fyri elbilar og brintbilar á Borgaraglugganum.

Soleiðis gert tú

  • Rita inn á Borgaragluggan
  • Vel Oyðubløð > Lat inn oyðubløð > Mvg > Umsókn um at fáa meirvirðisgjaldið á elbilum ella brintbilum endurgoldið
  • Fyll út og viðheft avrit av skrásetingarskjalinum frá Akstovuni og av rokningini fyri bilin, har mvg-upphæddin sæst
  • Lat inn

Tú kanst eisini lata inn manuelt. Heinta tá umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og lat inn sambært vegleiðingini í umsóknini.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.