Skriva út

Endurgjald av mvg á hitapumpuskipanum

Fært tú tær hitapumpuskipan, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á útbúnaðinum og arbeiðinum at seta hann upp. Gev gætur, at tú fært ikki endurgoldið meirvirðisgjaldið á tí útbúnaði og arbeiði, sum skal til fyri at knýta skipanina víðari inn í húsini.

Umsóknarfreistin er 31. mars 2026

Soleiðis søkir tú

Fyll út umsóknarblaðið “Umsókn um at fáa meirvirðisgjaldið á hitapumpuskipan endurgoldið” og send til Umhvørvisstovuna saman við kvittanum fyri goldnar útreiðslur til útbúnað og løn.

Tú finnur umsóknarblaðið undir snarslóðum her á síðuni.

Tá ið umsóknin er góðkend, verður hon latin TAKS, sum síðan flytur tær peningin.

Treytir

Fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið skulu m.a. hesar treytir vera loknar:

  • Talan skal vera um sethús ella bygning, har hitapumpan letur í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni til upphiting og heitt vatn. Restin av nýtsluni skal eisini vera grundað á el.
  • Arbeiðið at seta upp hitapumpuskipanina skal vera gjørt av góðkendum installatøri. Er talan um jarðhitaskipan, skal arbeiðið harumframt vera gjørt av góðkendum brunnborara.
  • Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2025.
Brúk fyri hjálp?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Gev tó gætur, at tekniskir spurningar um hitapumpuskipanir skulu setast Umhvørvisstovuni ella veitaranum av útbúnaðinum.