Umframt gull fevnir reglan eisini um eitt nú silvur, platin og palladium, og hon fevnir um allar formar av metalum, til dømis barrir, myntir, granulat, prýði, smúkkur, búnýti og annað.
Mvg á íløgumetali
Keypir tú íløgumetal úr útlondum, til dømis gullmyntir og gullbarrir, skalt tú rinda mvg av vøruni, tá hon kemur til Føroya.
Reglan fevnir um alt metal
Undantøk
Tað eru tvey undantøk frá regluni.
- Tjóðbankamyntir
Tú skalt ikki rinda mvg, um talan er um myntir, sum eru útgivnir av tjóðbanka. - Smákeyp
Tú skalt ikki rinda mvg, um samlaði kostnaðurin av at keypa og fáa vøruna til Føroya er 300 krónur ella minni.
Undantøkini standa í § 12, litra q, í mvg-lógini og § 6, litra h, í tolllógini.
Spurningar?
Vit vegleiða fegin
Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.