Lurta

Mvg-endurgjald fyri elbilar og brintbilar

Hevur tú fingið tær elbil ella brintbil, kanst tú søkja um at fáa ein part av meirvirðisgjaldinum aftur. Her sært tú treytirnar, hvussu nógv tú kanst fáa aftur, og hvussu tú søkir.

Treytir

Fyri at fáa mvg-endurgjald, skal bilurin vera skrásettur hjá Akstovuni í seinasta lagi 31. desember 2027.

Upphæddir

Endurgjaldið hevur eina mesta krónuupphædd, sum minkar frá 2023/2024, tá skipanin byrjaði, til 2028, tá hon steðgar.

Fer meirvirðisgjaldið á bilinum upp um hesa upphædd, fæst einki endurgjald fyri tann partin, sum fer upp um.

  • 2023/2024: upp til 70.000 krónur
  • 2025: upp til 52.500 krónur
  • 2026: upp til 35.000 krónur
  • 2027: upp til 17.500 krónur
  • 2028 og seinni: 0 krónur
Umsóknir

Søkt verður um mvg-endurgjald fyri elbilar og brintbilar á Borgaraglugganum.

Soleiðis gert tú

  • Rita inn á Borgaragluggan
  • Vel Oyðubløð > Lat inn oyðubløð > Mvg > Umsókn um at fáa meirvirðisgjaldið á elbilum ella brintbilum endurgoldið
  • Fyll út og viðheft avrit av skrásetingarskjalinum frá Akstovuni og av rokningini fyri bilin, har mvg-upphæddin sæst
  • Lat inn

Tú kanst eisini lata inn manuelt. Heinta tá umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og lat inn sambært vegleiðingini í umsóknini.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.