Fyri at fáa endurgjald skulu hesar treytir vera loknar:
- Samlaðu útreiðslurnar skulu vera goldnar í seinasta lagi 31. desember 2027.
- Øll upphiting av rúmum og heitum vatni skal koma frá elorku. Hitapumpuskipanin skal veita í minsta lagi 80% av orkuni.
- Hitapumpuskipanin skal vera installerað av góðkendum installatøri. Er tað jarðhiti, skal arbeiðið av boringini vera gjørt av góðkendum brunnborara.
- Hevur áður verið hitað við oljufýrskipan, skal hon latast inn á brennistøð til burturbeiningar. Váttan frá brennistøð um innlating skal leggjast við umsóknini.
Endurgjaldið er bert galdandi fyri útbúnað og arbeiði, ið skal til fyri at taka orkuna úr umhvørvinum, ikki fyri tilknýting til verandi hitaskipan.