Tá ið eitt starv er leyst á TAKS, verður tað lagt út á taks.fo og aðrastaðni, har lýst verður við leysum størvum.
Tú søkir starvið við at senda eina umsókn. Um umsóknin er góð og tú lýkur treytirnar í starvslýsingini, kanst tú verða boðin til samrøðu. Gongur samrøðan væl, hevur tú møguleika at fáa starvið í kapping við aðrar umsøkjarar.
Endaliga avgerðin verður tikin av stjóranum eftir tilmæli frá setanarbólkinum. Í bólkinum eru starvsfólk á TAKS, sum hava fingið til uppgávu at velja besta umsøkjaran til starvið.
Er nakað starv leyst beint nú?
> Hygg á leys størv.