Borgaragluggin
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Við honum hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7.
Á Borgaraglugganum kanst tú avgreiða so nógv, til dømis:
- ferðastuðul
- rentustuðul til lestrarlán
- rentustuðul til bústaðarlán
- stuðul til dupult húsarhald
- sjálvuppgávu
- kapitalvinningssjálvuppgávu
- broyta kontunummarið til frítíðarløn og avlopsskatt
- broyta skattauppgerðir trý ár aftur í tíð
Tú kanst eisini síggja nógvar av tínum týdningarmiklu upplýsingum, eitt nú:
- eftirlønir
- lønaryvirlit
- frítíðarlønir
- grundupplýsingar
- eldri skattauppgerðir
- yvirlit yvir ogn og skuld
Samleikin er ein ókeypis app til telefon og teldil. Appin er ment av Talgildu Føroyum og kann brúkast av øllum, sum eru fylt 15 ár og hava føroyskt p-tal.
Hevur tú Samleikan á telefonini ella teldlinum, kanst tú eisini brúka hann á øllum teldum. Har skal einki installerast.
Heinta Samleikan undir snarslóðum her á síðuni
Vel ímillum App Store og Google Play. Undir snarslóðum er eisini videovegleiðing um, hvussu tú kemur víðari, tá ið tú hevur heintað Samleikan.
Vit mæla til at nýta ein av hesum browsarum, tá ið ritað verður inn.
Vilt tú hava onkran at avgreiða skattaviðurskifti tíni fyri teg, kanst tú geva viðkomandi eina fulltrú at nýta Borgaragluggan í tínum navni.
Tú kanst gera tað beinleiðis á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Fulltrúir. Tú kanst eisini heinta fulltrúina undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll út og send við teldubrævi til taks@taks.fo ella við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár
Velur tú fleiri ár, sleppur tú undan at endurnýggja fulltrúina á hvørjum ári.
Borgaragluggin
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Samleikin
Vitja samleikin.fo/hjálp. Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Til ber ikki biðja TAKS um hjálp til Samleikan.