Vangin
Vangin er ein ókeypis app, ið savnar tænastur hjá almennum myndugleikum undir ein hatt. Talgildu Føroyar hava ment appina. Tú kanst heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.
- Umsókn um ferðastuðul
- Umsókn um stuðul til dupult húsarhald
- Umsókn um rentustuðul til bústaðarlán
- Umsókn um rentustuðul til lestrarlán
Hetta og annað meira kanst tú eisini avgreiða á Borgaraglugganum og her á taks.fo. Vangin er umframt.
Samleikin er ein ókeypis app til telefon og teldil. Appin er ment av Talgildu Føroyum og kann brúkast av øllum, sum eru fylt 15 ár og hava føroyskt p-tal.
Hevur tú Samleikan á telefonini ella teldlinum, kanst tú eisini brúka hann á øllum teldum. Har skal einki installerast.
Heinta Samleikan undir snarslóðum her á síðuni
Vel ímillum App Store og Google Play. Undir snarslóðum er eisini videovegleiðing um, hvussu tú kemur víðari, tá ið tú hevur heintað Samleikan.
Meira at vita um Samleikan?
Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Vita eisini Hjálp við Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.