Skriva út

Kapitalvinningsuppgerð

Ein kapitalvinningsuppgerð, ella framskundað kapitalvinningsuppgerð, sum vit eisini siga, er eitt yvirlit yvir vinning, sum TAKS veit um, at tú hevur havt av ognum tínum síðsta álmanakkaárið, til dømis av virðisbrøvum. Út frá hesum rokna vit kapitalvinningsskattin hjá tær.

Fyrst í mars fáa nógvir borgarar sendandi eina kapitalvinningsuppgerð.

Hvat skalt tú gera við uppgerðina?

Tú skalt kanna, um hon er røtt. Er hon tað, skalt tú ikki gera meira. So er skattur tín í lagi.

Er feilur í, ella manglar okkurt, skalt tú senda TAKS eina kapitalvinningssjálvuppgávu við rættaðum upplýsingum. Út frá henni fært tú so mánaðin eftir sendandi eina nýggja kapitalvinningsuppgerð.

Vel Kapitalvinningssjálvuppgáva undir snarslóðum og síggj, hvar tú finnur hana, og hvussu tú letur inn.

Innlatingarfreistin er mánadagin, 2. mai 2022

Hvør hevur ábyrgd av, at uppgerðin er røtt?

Tað hevur tú. Tølini hjá TAKS eru bert ein meting, sum er gjørd út frá teimum upplýsingum, sum TAKS hevur atgongd til, antin frá a-skattaskipanini ella frá síðst innlatnu kapitalvinningssjálvuppgávu hjá tær.

Hvat um tú eigur skatt til góðar ella skalt rinda meira?

Eigur tú kapitalvinningsskatt til góðar, siga vit, at tú hevur avlopsskatt. Hann verður fluttur á eina kontu, sum tú hevur upplýst fyri okkum, ella á eina kontu, sum vit finna hjá tær. Tað plagar at ganga um ein mánaður og tjúgu dagar.

Skalt tú hinvegin rinda meira kapitalvinningsskatt, siga vit, at tú hevur írestandi skatt. Hann verður kravdur inn við rokning, sum vit senda tær. Gjaldsfreistin er ein mánaður og tjúgu dagar.

Gev gætur, at avlopsskattur minni enn 50 kr. verður ikki útgoldin, og írestandi skattur minni enn 500 kr. verður ikki innkravdur.

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin í kapitalvinningi?

Maila nýggja nummarið til okkara á taks@taks.fo. Freistin er ein mánaður og tjúgu dagar eftir at uppgerðin er gjørd.

Um tú onga kapitalvinningsuppgerð fært

Fært tú onga kapitalvinningsuppgerð, kann tað vera tí, at tú hevur selt virðisbrøv síðsta álmanakkaárið. So fært tú eina kapitalvinningssjálvuppgávu í staðin. Vel "Kapitalvinningssjálvuppgáva" undir snarslóðum og les meira um hana.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningsuppgerðina

Spyr kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.