Skriva út

Freistir og mannagongdir

Um hvat man skal gera, nær man letur inn, og hvar man lesur meira.

Skattauppgerð

Hevur TAKS sent tær skattauppgerð fyri 2023?

  • Kanna, um uppgerðin er røtt
  • Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn sjálvuppgávu
  • Les meira um skattauppgerð
Sjálvuppgáva

Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn sjálvuppgávu fyri 2023?

Roknskapur

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi ella leigar út, so skalt tú lata inn roknskap.

  • Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni
  • Freistin er 1. mai 2024
  • Les meira um roknskap
Kapitalvinningsuppgerð

Hevur TAKS sent tær kapitalvinningsskattauppgerð fyri 2023?

  • Kanna, um uppgerðin er røtt
  • Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
  • Les meira um kapitalvinningsuppgerð
Kapitalvinningssjálvuppgáva

Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2023?

Ognaruppgerð

Vóru broytingar í ognum tínum í fjør í mun til fyrraárið, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.