Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Hevur tú fingið bræv um at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu 2023, ella hevur tú fingið eina kapitalvinningsuppgerð, sum tú vilt gera rættingar til, so finnur tú vegleiðingina her.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2024

Hvat er ein kapitalvinningssjálvuppgáva?

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man skal lata inn til TAKS, um man seldi virðisbrøv síðsta ár, eitt nú partabrøv og lánsbrøv. Í oyðublaðnum upplýsir man, hvat man hevði í vinningi ella tapi av søluni, og út frá tí roknar TAKS kapitalvinningsskattin hjá einum tað árið.

Hevur man fingið eina kapitalvinningsuppgerð, sum skal rættast – kanska tí at TAKS ikki veit av, at man hevur selt virðisbrøv – so ger man tað eisini við eini kapitalvinningssjálvuppgávu.

Fyrst í mars fáa nógv eina kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi frá TAKS.

Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2023 > kapitalvinningsuppgerðir > fyll út kapitalvinningssjálvuppgávu.

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Kapitalvinningssjálvuppgáva 2023 (PDF).

Fortel meira um Borgaragluggan

Klikk og hygg á taks.fo/meira-um-borgaragluggan.

Meira um kapitalvinningssjálvuppgávuna

Frádráttur av tapi

Tap av virðisbrøvum kann bert dragast frá kapitalvinningsskatti, ikki frá persónsskatti. Hevur tú tap av virðisbrøvum, so hevur tú ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá. Tú kanst tó uttan tíðaravmarking flyta hall fram til komandi ár, til alt hallið er uppbrúkt.

Tap av virðisbrøvum kann koma av niðurskrivingum, ella tí at selur fyri minni, enn tú keypir. Til ber at hava ymisk tap av virðisbrøvum, alt eftir nær tú hevur keypt, og um tú hevur keypt í fleiri umførum. Minnist tú ikki keypsprísin, fært tú hann at vita frá staðnum, har tú keypti brøvini.

Tá ið tú tekur lán til virðisbrøv

Hevur tú fíggjað øll ella ein part av virðisbrøvum tínum við láni, tikið áðrenn 1. januar 2017, kanst tú draga renturnar av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Tú kanst eisini flyta tap av slíkum rentuútreiðslum fram til komandi ár, tó í mesta lagi fimm ár fram.

Hevur tú virðisbrøv í útlendskum peningastovni?

Á TAKS fáa vit upplýsingar um virðisbrævaeigarar frá føroyskum peningastovnum og senda kapitalvinningssjálvuppgávu til øll, sum hava selt av sínum virðisbrøvum í álmanakkaárinum.

Vit fáa ikki upplýsingar um goymslur í útlendskum peningastovnum. Hevur tú havt slík virðisbrøv og hevur selt tey, hevur tú skyldu at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu við upplýsingum um vinning ella tap.

Tú kanst gera broytingar trý ár aftur

Vilt tú broyta kapitalvinningssjálvuppgávuna, skalt tú innan trý ár eftir lokið inntøkuár, leggja fram nýggjar upplýsingar, ið grundgeva broytingina. Hevur tú t.d. tap av partabrøvum í ár, skulu hesar upplýsingar latast inn til TAKS í seinasta lagi 31. desember um trý ár.

Sama er við rentuútreiðslum. Hevur tú havt rentuútreiðslur av at keypa partabrøv trý tey síðstu árini, og eru hesar ikki skrásettar hjá okkum, dettur frádráttarrætturin fyri fyrsta árið burtur tann 31. desember í ár.

Man hevur skyldu til at lata rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt at lata inn ov seint og ikki at taka alla kapitalinntøku við. Hetta er sambært §§ 18 og 23 í kapitalvinningsskattalógini.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og man skal ikki skylda aðrar skattauppgerðir. Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.

Skal onkur orðna kapitalvinningssjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt og Vegleiðing at geva upp vinning og tap av partabrøvum (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.