Skriva út

Ofta spurt um sjálvuppgávu

Ivast tú í onkrum við sjávuppgávuni, finnur tú kanska svarið her. Leita annars á síðuni. Trýst tá á sjóneykuna í gráa fýrakantinum omanfyri. Spyr eisini kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.

Avlopsskattur

Nær verður avlopsskatturin útgoldin?

Svar: Avlopsskatturin verður útgoldin 27. mars.

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Kann eg ringja til TAKS fyri at vita, um eg fái pengar aftur í skatti?

Svar: Nei.

Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki slíkar upplýsingar, hvørki um telefon ella teldupost.

Upplýsingarnar liggja á Borgaraglugganum og í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv í postkassan ein av døgunum frá 7. til 9. mars.

Kann eg broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Svar: Ja.

Tú kanst gera tað á Borgaraglugganum og við maili.

Á Borgaraglugganum er freistin 21. mars klokkan 16. Rita inn og broyt undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar.

Við maili er freistin er 17. mars á midnátt. Maila til taks@taks.fo og viðfest skjal við nýggja nummarinum og undirskrift tíni.

Barnafrádráttur

Hví fái eg ikki barnafrádrátt fyri barn, sum er farið á skúla uttanlands?

Svar: Tað kann vera tí, at barnið hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.

Les meira um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum og heinta umsókn

Hví fái eg ongan barnafrádrátt útgoldnan?

Svar: Tí at barnafrádráttur er ikki eitt útgjald men ein upphædd, sum verður drigin frá skattinum, man annars skuldi havt rindað. Hevur man til dømis ein barnafrádrátt upp á 40.000 krónur og ein skatt upp á 50.000, so fær man frádráttin við at skula rinda 10.000 í skatti. Tó so, at er barnafrádrátturin størri enn skatturin, fær man kortini munin útgoldnan. Er barnafrádrátturin til dømis 40.000 krónur og skatturin 30.000, so fær man frádráttin við at fáa 10.000 krónur útgoldnar og ongan skatt at rinda.

Les um barnafrádrátt

Borgaragluggin

Hvat kann Borgaragluggin brúkast til?

Svar: Borgaragluggin kann brúkast til so nógv. Sjálvuppgávur, skattauppgerðir og umsóknir eru eitt av mongum, og man sær eisini upplýsingar um seg, til dømis løn, eftirløn og frítíðarløn.

> Fortel meira um Borgaragluggan
> Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Hvussu riti eg inn á Borgaragluggan?

Svar: Tú ritar inn á Borgaragluggan við Samleikanum.

Les meir um hann á samleikin.fo. Ivast tú í onkrum, ring til Talgildu Føroyar á 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.​

Rita inn á Borgaragluggan

Hvussu gevi eg fulltrú til Borgaragluggan?

Svar: Tú gevur hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum:

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi:

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Freistir

Nær eru ymsu freistirnar?

Svar: Niðanfyri eru allar freistir í sambandi við sjálvuppgávuna 2023.

17. mars 2024:

  • Síðsta freist at broyta kontunummarið til avslopsskattin við maili.

21. mars 2024 klokkan 16:

  • Síðsta freist at broyta kontunummarið til avslopsskattin á Borgaraglugganum.
  • Síðsta freist at geva fulltrú til Borgaragluggan við brævi. Í royndum er freistin 19. apríl, men av tí at fimm dagar kunnu ganga við brævi, mæla vit til at senda ikki seinni enn 14. apríl.

19. apríl 2024:

  • Síðsta freist at geva fulltrú til Borgaragluggan við brævi. Henda dagin skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.

1. mai 2024:

  • Síðsta freist at geva fulltrú til Borgaragluggan á Borgaraglugganum.
  • Síðsta freist at lata inn sjálvuppgávu.
  • Síðsta freist at lata inn roknskap.
  • Síðsta freist at lata inn kapitalvinningssjalvuppgávu.
  • Síðsta freist at lata inn ognaruppgerð.
Fulltrúir

Hvussu gevi eg fulltrú til Borgaragluggan?

Svar: Tú gevur hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum:

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi:

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Kapitalvinningssjálvuppgáva

Hvat er ein kapitalvinningssjálvuppgáva?

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man letur inn til TAKS, um hevur hevur selt virðisbrøv síðsta ár, eitt nú partabrøv og lánsbrøv. Í oyðublaðnum upplýsir man, hvat man hevði í vinningi ella tapi av søluni, og út frá tí roknar TAKS kapitalvinningsskattin hjá einum tað árið.

> Les um kapitalvinningssjálvuppgávu

Kapitalvinningsuppgerð

Hvat er ein kapitalvinningsuppgerð?

Svar: Ein kapitalvinningsuppgerð er eitt yvirlit hjá TAKS yvir, hvat man hevði í vinningi av virðisbrøvum síðsta ár, eitt nú partabrøvum og lánsbrøvum. Út frá tí roknar TAKS kapitalvinningsskattin hjá einum tað árið.

Í mars fáa nógv bræv sendandi frá TAKS í Mínboks ella postkassan við eini kapitalvinningsuppgerð.

> Les um kapitalvinningsuppgerð

Kirkjuskattur

Eg eri ikki limur í fólkakirkjuni, hví rindi eg kirkjuskatt?

Svar: Tað kann vera tí, at TAKS hevur ikki fingið boð um limaviðurskifti tíni.

Fyri ikki at rinda kirkjuskatt, vend tær til prestin ella ein av prestunum í tí prestagjaldi, har tit búðu, tá tú vart borin til dóps, og fáa eina váttan um, at tú ikki ert fólkakirkjulimur. Send síðan váttanina til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn við áheitan um, at tú ikki skalt rinda kirkjuskatt, so avgreiða vit tað.

Prestagjøld í Føroyum (folkakirkjan.fo)

Kommunuskattur

Nær broytist kommunuskattaprosentið, um eg flyti kommunu?

Svar: Tað veldst um, nær tú flytur.

  • Er tað áðrenn 1. desember, rindar tú skattaprosentið í tilflytingarkommununi árið eftir.
  • Er tað 1. desember ella seinni, rindar tú skattaprosentið í fráflytingarkommununi árið eftir.

Vit siga, at í 2024 flytur tú kommunu. Tú flytur frá kommunu A til kommunu B. Í kommunu A er kommunuskatturin 20%, í kommunu B er hann 18%.

  • Flytur tú nú áðrenn 1. desember, rindar tú 18% í kommunuskatti í alt 2025.
  • Flytur tú 1. desember ella seinni, rindar tú 20% í kommunuskatti í alt 2025.
Ogn í øðrum londum

Skal íbúðin í Danmark upp á sjálvuppgávuna í Føroyum?

Svar: Nei.

Tað er ikki ognarskattur í Føroyum, so íbúðir, hús og aðrar ognir, sum man eigur uttanlands, skulu ikki upp á sjálvuppgávuna her. Hava tey ognarskatt í landinum, har ognin er, so skal hon hinvegin upp á sjálvuppgávuna í tí landinum. Ognarskattur er til dømis í Danmark, so íbúðin skal á donsku sjálvuppgávuna. Vend tær til donsku skattamyndugleikarnar um tað.

Ognaruppgerð

Hvat er ein ognaruppgerð?

Ein ognaruppgerð er eitt yvirlit yvir ognina hjá tær. Skalt tú lata inn roknskap, ella vóru broytingar í ognum ella fíggjarligu rættindum tínum í fjør í mun til fyrraárið, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.

> Les um ognaruppgerð

Rindar man skatt av at selja ...

... haruhaga?

Svar: Ja, sannlíkt.

Er talan um, at rætturin til at skjóta haru í haganum ikki verður endaliga avhendur uttan latin øðrum at nýta móti gjaldi, so er talan um útleigu, og vinningurin av slíkari er altíð skattskyldigur. Er talan um veruliga sølu, har rætturin til at skjóta haru í haganum verður endaliga avhendur, so veldst skatturin um, hvørt jørðin av fyrstan tíð varð keypt við vinningi fyri eyga ella ikki. Var tað við vinningi fyri eyga, so er sølan av haruhaganum skattskyldig. Varð tað ikki við vinningi fyri eyga, so er sølan av haruhaganum skattafrí.

> Les um skatt av jørð og lunnindum

... heimabundið?

Svar: Tað veldst um.

Selur man heimabundið, og árligi umsetningurin ikki fer upp um 50.000 krónur, so rindar man ikki skatt av tí. Fer árligi umsetningurin upp um 50.000 krónur, skal skattur rindast av allari upphæddini. Við umsetning er at skilja samlað søla, tað eru inntøkur + útreiðslur.

> Les um skatt og heimavirki

... húsini?

Svar: Tað veldst um.

Keypti man húsini við vinningi fyri eyga, so rindar man skatt av vinninginum. Keypti man ikki húsini við vinningi fyri eyga, er vinningurin skattafríur. Eru minni enn tvey ár síðan keypið, skal seljari kunna prógva, at húsini ikki vórðu keypt við vinningi fyri eyga. Eru meira enn tvey ár síðan keypið, skal TAKS kunna prógva, at tey vórðu keypt við vinningi fyri eyga.

> Les um skatt av húsasølu og íbúðarsølu

... kryptovaluta?

Svar: Ja.

Hevur man vinning av søluni, skal man rinda skatt av henni.

> Les um skatt og kryptovaluta

... partabrøv?

Svar: Ja.

Vinningur av partabrøvum er skattskyldigur.

> Les um kapitalvinning

Roknskapur

Skal eg altíð lata inn roknskap, um eg havi einstaklingsvirki?

Svar: Ja.

Hevði tú v-tal í 2023, skalt tú lata inn roknskap, eisini, um inntøkan var null. Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum og latast inn saman við sjálvuppgávuni.

Les um roknskap

Sjálvuppgáva

Hví havi eg fingið sjálvuppgávu?

Svar: Tað kann vera tí, at tú hevði b-inntøku í fyrraárið, t.d. uttanlandsinntøku ella húsaleigu. Tá fært tú automatiskt sjálvuppgávu, tí gingið verður út frá, at inntøkan hevur hildið áfram. Hevur hon ikki tað, skalt tú lata inn sjálvuppgávu og einki skriva í hana.

Soleiðis gert tú:

  1. Rita inn á Borgaragluggan
  2. Vel sjálvuppgávan 2023 > fyll út sjálvuppgávu
  3. Skrolla niður á botn og trýst á knøttin "Lat inn".

Um nakrar dagar fær tú sendandi eina skattauppgerð, og málið er liðugt.

Nær kann sjálvuppgávan latast inn?

Svar: Sjálvuppgávan kann latast inn frá 3. mars til 1. mai 2024, báðir dagar íroknaðir.

Hvat er ein sjálvuppgáva?

Svar: Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man letur inn til TAKS, um man leigar út, er sjálvstøðugt vinnurekandi, hevur uttanlandsinntøku ella útlendska eftirløn. Í oyðublaðnum upplýsir man inntøku og frádrátt síðsta ár, og út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.

> Les um sjálvuppgávu

Skattauppgerð

Hvat er ein skattauppgerð?

Svar: Ein skattauppgerð er eitt yvirlit hjá TAKS yvir, hvat man hevði í inntøku og frádrátti síðsta ár, sum TAKS veit um. Út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.

Í mars fáa nógv bræv sendandi frá TAKS í Mínboks ella postkassan við eini skattauppgerð.

> Les um skattauppgerð

Hvat skal man gera við skattauppgerðina?

Svar: Man skal vita, um hon er røtt.

Er hon røtt, skal man ikki gera meira. So er skatturin í lagi. Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu.

Les um sjálvuppgávu

Skjøl

Hvar finnur man skjøl til sjálvuppgávuna?

Svar: Á Borgaraglugganum liggja flestøll skjøl klár at fylla út talgilt. Rita inn og finn tey undir Sjálvuppgávan 2023. Her á taks.fo verður eisini leinkjað til flestu skjøl á viðkomandi evnissíðum. Hygg eisini undir Sjálvuppgávuskjøl.

Rita inn á Borgaragluggan
Sjálvuppgávuskjøl

Upplýsingar hjá maka

Kann eg fáa atgongd til skattaupplýsingarnar hjá makanum?

Svar: Ja.

Fyri at fáa atgongdina, skulu tú og makin standa skrásett sum hjún hjá Landsfólkayvirlitinum. Hetta síggja vit í skipan okkara. Standa tit tað, kom so inn á gólvið hjá okkum á Smyrilsvegi 20 og hav við tær samleikaprógv, tað er pass ella koyrikort. So avgreiða vit málið.

Brúkar makin Borgaragluggan, kanst tú eisini fáa atgongd til upplýsingarnar, við at makin gevur tær fulltrú at brúka sín Borgaraglugga.

Les meira um Borgaragluggan og heinta fulltrú

Útisetar

Eg lesi uttanlands, hví gjaldi eg so nógvan skatt?

Svar: Tað kann vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.

Eg lesi uttanlands, hví standi eg til at skylda skatt?

Svar: Tað kann somuleiðis vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.

Les meira um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum og heinta umsókn

Vegleiðingar

Hvar finnur man vegleiðingar til sjálvuppgávuna?

Svar: Vegleiðingar til sjálvuppgávuna kunnu heintast á evnissíðunum. Tær kunnu eisini heintast beint her niðanfyri.

Tvær vegleiðingar eru gjørdar í sambandi við sjálvuppgávuna. Vegleiðing at geva upp skatt og Vegleiðing at geva upp vinning og tap av partabrøvum.

Vegleiðing at geva upp skatt fevnir breitt og svarar alskyns spurningum um skatt og sjálvuppgávu. Vegleiðing at geva upp vinning og tap av partabrøvum vísir dømi um, hvussu kapitalvinningssjálvuppgávan skal útfyllast.

Heinta vegleiðing at geva upp skatt (PDF)
Heinta vegleiðing at geva upp vinning og tap av partabrøvum (PDF)