Skriva út

Ognaruppgerð

Ein ognaruppgerð er eitt yvirlit yvir ognina hjá tær. Skalt tú lata inn roknskap, ella vóru broytingar í ognum ella fíggjarligu rættindum tínum í fjør í mun til fyrraárið, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2024

Hvat skal við í uppgerðina, og hvat skal ikki?

Hetta skal við

  • Fastogn (grundøki við ella uttan ástandandi húsum og hús á øki hjá øðrum).
  • Bilar, bátar, innbúgv og annað leysafæ.
  • Vørur, ráevni og maskinur.
  • Peningur, útistandandi skuld, partabrøv og aðrir partar í feløgum.
  • List, frímerkjasøvn og skartgripir, sum hava eitt virði á meira enn 25.000 kr.
  • Ogn hjá børnum undir 16 ár:
    • hjá børnum í parlagi í uppgerðina hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan,
    • hjá børnum í hjúnalagi í uppgerðina hjá tí, sum foreldrini bestemma seg fyri.

Hetta skal ikki við

  • Arvur ella gáva, har tilskilað er, at í fyrstu syftu skal annar persónur hava inntøkuna, og at man ikki hevur ræði á ognini hesa tíðina,
  • Arvur ella gáva, har tilskilað er, at inntøkan í fyrstu syftu skal goymast, og at man ikki hevur ræði á hvørki ogn ella inntøku hesa tíðina,
  • Nýtslurættindi til tíðarásett gjøld ella ágóðar, t.d. rættindi til eftirløn, lívrentu, leigufrían bústað, høld o.tíl.
Soleiðis fært tú ognaruppgerðina

Hevur tú roknskaparskyldu, fært tú uppgerðina sendandi frá TAKS.

Hevur tú ikki roknskaparskyldu, fært tú uppgerðina við at venda tær til kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.

Soleiðis letur tú ognaruppgerðina inn

Send hana til taks@taks.fo ella til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Brúk fyri hjálp til ognaruppgerðina?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.