Skriva út

Sjálvuppgáva

Hevur tú fingið bræv um at lata inn sjálvuppgávu 2023 og vilt vita mannagongdina, so er hetta tín síða.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2024

Hvat er ein sjálvuppgáva, og hvat skal latast inn saman við henni?

Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man letur inn til TAKS, um man leigar út, er sjálvstøðugt vinnurekandi ella hevur uttanlandsinntøku. Í oyðublaðnum upplýsir man inntøku og møguligan frádrátt síðsta ár, og út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.

Um man leigar út

Man leigar út, tá man letur onkrum eitt høli at brúka og fær pengar fyri tað. Leigast kann út við roknskapi ella bruttuskatti.

  • Leigar man út við roknskapi, skal man lata hann inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Har tastar man úrslitið av roknskapinum inn og viðheftir útfyltan roknskaparleist fyri húsaleigu.
  • Leigar man út við bruttoskatti, viðheftir man ikki roknskap, men tastar beinleiðis inn á Borgaragluggan undir skattur > húsaleiga
  • Les um útleigu

Um man er sjálvstøðugt vinnurekandi

Man er sjálvstøðugt vinnurekandi, um man hevur eitt einstaklingsvirki ella eitt íognarfelag ella aðramáta hevur sítt egna vinnurekandi virksemi.

  • Saman við sjálvuppgávuni skal man lata inn roknskap
  • Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum eins og sjálvuppgávan
  • Les um roknskap

Um man hevur uttanlandsinntøku

Man hevur uttanlandsinntøku, um man fær inntøku ella eftirløn aðrastaðni enn í Føroyum, samstundis sum man hevur fulla skattskyldu her.

  • Saman við sjálvuppgávuni skal man lata inn viðkomandi fylgiskjøl
  • Fylgiskjøl skulu tastast inn á Borgaraglugganum eins og sjálvuppgávan
  • Les um uttanlandsinntøku
Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum

Rita inn og vel sjálvuppgávan 2023 > fyll út sjálvuppgávu.

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Sjálvuppgáva 2023 (PDF). Gev tó gætur, at skalt tú lata inn roknskap, so má sjálvuppgávan latast inn á Borgaraglugganum. Ivast tú í onkrum, ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.

Fortel meira um Borgaragluggan

Klikk og hygg á taks.fo/meira-um-borgaragluggan.

Man hevur skyldu til at lata rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt at lata inn ov seint og ikki at taka alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og man skal ikki skylda aðrar skattauppgerðir. Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Brúk fyri hjálp til sjálvuppgávuna?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.