Skriva út

Sjálvuppgávuskjøl

Øll pappír til sjálvuppgávuna 2023.

Fulltrúir

Skjalið er viðkomandi, um tú vilt geva onkrum fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Til dømis um viðkomandi skal orðna sjálvuppgávuna fyri teg á glugganum. Fulltrúin kann eisini gevast á Borgaraglugganum undir grundupplýsingar/fulltrúir.

Fylgiskjøl

Skjølini eru viðkomandi, um tú skalt lata inn sjálvuppgávu og hevur uttanlandsinntøka og fulla skattskyldu í Føroyum, og um tað av serligum orsøkum ikki ber til at nýta somu skjøl, sum liggja klár at fylla út talgilt á Borgaraglugganum.

Sjálvuppgávur

Skjølini eru viðkomandi, um tú skalt lata inn sjálvuppgávu og/ella kapitalvinningssjálvuppgávu, og um tað av serligum orsøkum ikki ber til at nýta somu skjøl, sum liggja klár at fylla út talgilt á Borgaraglugganum.

Roknskaparleistir

Skjølini eru viðkomandi, um tú skalt lata inn roknskap, og um tað av serligum orsøkum ikki ber til at nýta somu skjøl, sum liggja klár at fylla út talgilt á Borgaraglugganum.