Skriva út

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga.

Tú kanst geva fulltrúina á Borgaraglugganum og við brævi

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Hvat er ein fulltrú, og hvussu virkar hon?

Ein fulltrú er eitt loyvi, sum tú gevur øðrum persóni til at virka tína vegna í einhvørji støðu. Í hesum føri til at brúka tín Borgaraglugga til at fylla út sjálvuppgávuna hjá tær og lata hana inn.

Fulltrúin virkar soleiðis, at tann, tú gevur hana til, kann brúka tín Borgaraglugga á sama hátt sum tú og síggja somu upplýsingar, sum tú sært.

Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár.

Fortel meira um Borgaragluggan