Skriva út

Skattauppgerð

Hevur tú fingið bræv við skattauppgerð fyri 2023 og vilt hoyra meira um evnið, so er tað her, tað sker.

Hvat er ein skattauppgerð, og hvat skal man gera við hana?

Ein skattauppgerð er eitt yvirlit hjá TAKS yvir, hvat man hevði í inntøku og frádrátti síðsta ár, sum TAKS veit. Út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.

Fyrst í mars fáa nógv eina skattauppgerð sendandi frá TAKS

Tað, sum man skal gera við hana, er at vita, um hon er røtt

  • Er hon røtt, skal man ikki gera meira, tí so er skatturin í lagi
  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu
  • Les um sjálvuppgávu
Um uppgerðin vísir, at man fær avlopsskatt

Vísir skattauppgerðin, at man fær avlopsskatt, t.e., at man eigur pengar til góðar hjá TAKS, verða pengarnir fluttir á kontu mánadagin, 25. mars. Vil man broyta kontunummarið, sum pengarnir verða fluttir á, kann tað gerast við maili og á Borgaraglugganum.

Síggj freistir og mannagongdir á taks.fo/vilt-tú-broyta-kontunummarið-til-avlopsskattin.

Tú hevur ábyrgdina av, at tín skattauppgerð er røtt

Uppgerðin, sum tú hevur fingið sendandi frá TAKS, er bara ein meting, sum TAKS hevur gjørt út frá teimum upplýsingum, sum stovnurin hevur atgongd til, antin gjøgnum skattaskipanina ella gjøgnum samskifti við teg.

Um man ikki fær bræv um skattauppgerð

Fær man ikki bræv um skattauppgerð, kann tað vera tí, at man leigar út, er sjálvstøðugt vinnurekandi, hevur uttanlandsinntøku ella útlendska eftirløn.

 fær man í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu.

Brúk fyri hjálp til skattauppgerðina?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.