Skriva út

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Um skattauppgerðin hjá tær vísir, at tú fært avlopsskatt, t.e., at tú eigur pengar til góðar hjá TAKS, fært tú pengarnar á kontu mikudagin, 27. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, sum pengarnir verða fluttir á, kanst tú gera tað við maili ella á Borgaraglugganum.

Soleiðis gert tú

Við maili

Maila eitt skjal við nýggja nummarinum og undirskrift tíni til taks@taks.fo. Freistin er úti 17. mars á midnátt.

Á Borgaraglugganum

Rita inn og broyt kontunummarið undir grundupplýsingar/fulltrúir > kontaktupplýsingar > broyt peningastovnskontu. Freistin er úti 21. mars klokkan 16.

Fortel meira um Borgaragluggan